Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Boðanesheimið verður grønt!

Boðanesheimið verður hitað við sjóvarhita. Tað hevur Tórshavnar Býráð avgjørt í kvøld eftir at nýggir upplýsingar í dag eru komnir í málinum.

Tað kom óvart á kommununa, at meiríløgan í sjóvarhitaskipanina gjørdist so nógv størri enn upprunaliga mett, men hetta merkti í fyrstu atløgu ikki, at sjóvarhitaskipanin bleiv slept.

Meirilutin í sosialu nevnd og fíggjarnevndini, mælti tó til, at Boðanesheimið skuldi gerast klárt til sjóvarhita.

Men á fundi millum Articon og býráðsumboðini í morgun komu nýggjar upplýsingar fram. M.a. veitti Articon trygd fyri, at orkuskipanin fór at verða liðug á ólavsøku, og at veitingartrygdin var í lagi.

Treytin var, at kommunan gjørdi avtalu í seinasta lagi 19. Desember. Tað er einmælt samtykt tvær ferðir frammanundan, at Boðanesheimið skal hitast við sjóvarhita, so í so máta var eingin ósemja.

Men kostnaðurin er nú 4,8 miljónir. Kortini varð einmælt samtykt, at býráðið nú komandi dagarnar skal royna at útvega peningin, so Boðanesheimið kann fáa ta orkuskipan, sum upprunaliga varð avtalað.

Kommunan hevur eisini onnur stór atlit at taka enn bert grønu orkuna. Eitt annað sera týdningarmikið atlit er tann ovurstóri tørvurin á røktarheimsplássum í Havn, og tí er avgerandi fyri kommununa, at fáa málið skjótt avgreitt.

Kommunan hevur lagt stóran dent á, at tíðarætlanin fyri byggingina skal halda, t.v.s. at heimið letur upp ikki ein dag seinni enn 1. oktober 2012, tí nú er bíðað nóg leingi. Kommunan ynskir skjótast tilber, at tey 64 búplássini verða tikin í nýtslu, so at tey mongu røktarkrevjandi og teirra avvarðandi í kommununi fáa neyðugu hjálpina.