Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Boðanesheimið verður grønt við sjóhita

Býráðið 14. desember 2011: Býráðið samtykti einmælt 14. Desmber 2011, at taka undir við tilmæli frá borgarstjóranum, um at arbeiða víðari við sjóhitaskipan og beina málið í fíggjarnevndina at finna fígging.

Articon hevur í skrivi dagfest 14. desember 2011 boðað kommununi frá, at kostnaðurin fyri lidna anleggið verður kr. 4.800.000 u/mvg, men íroknað allar veitingar og tær óvissur, sum Articon hevur víst á í frágreiðing og tilboði.

Vísandi til málsetningar býráðsins at arbeiða fyri burðardyggum og umhvørvisvinarligum loysnum, hevur býráðið 14. desember 2011 tikið avgerð um at arbeiða víðari við sjóvarhitaskipan til Boðanesheimið. Talan er um eina nýggja slóðbrótandi loysn, ið ætlandi skal gerast ein varði innan grønar orkuloysnir, og tí mælir samgongan býráðnum til at taka undir við meirilutanum í fíggjarnevndini og taka av tilboðnum hjá Articon á 4,8 mió kr., ið verður at fíggja samsvarandi omanfyri standandi yvirliti og at heimila umsitingini at gera ískoytissáttmála við Articon um arbeiðið.

Býráðið samtykti 26. mai 2011, at meirkostnaðurin, sum tá varð mettur til kr. 1,7 mió, skuldi fíggjast av verandi íløgukarmi til verkætlaninia. Fíggjartørvurin, sum verður at leggja aftrat samlaðu íløgujáttanini til verkætlanina, er tí kr. 3,1 mió umframt mvg.

Kommunustjórin, trivnaðarstjórin og miðfyrisitingarstjórin mæla til at fíggja meiríløguna við at skarva av eldrarøktini, dagføringini av skúlum, fríðkan av býnum, kirkjugørðum, renovatiónini og smábátahavnum. Hetta fer at geva kommununi 3.250.000,00 mió. Kr.

Upphæddin á 3.250.0000 kr verður flutt til deild 2775 Eldrarøkt (íløgur) L27002 Boðanesheimið.** Ein meiriluti, Heðin Mortensen, Jógvan Arge og Elin Lindenskov tóku undir við tilmælinum og mæltu býráðnum til at taka av tilboðnum hjá Articon á 4,8 mió kr., ið verður at fíggja samsvarandi omanfyri standandi yvirliti og at heimila umsitingini at gera ískoytissátmála við Articon um arbeiðið.

Ein minniluti, Sjúrður Olsen og Bogi Andreasen, tóku ikki undir við tilmælinum vísandi til, at sjóvarhitaorkan ikki er lønandi fyri kommununa, og at kommunan onga trygd hevur fyri íløguni á 4,8 mió. kr.

Býráðið 10. januar 2012: Fyrst varð atkvøtt um meirilutatilmælið frá Heðini Mortensen, Jógvani Arge og Elini Lindenskov í fíggjarnevndini 10. januar 2012, ið varð samtykt við 8 atkvøðum fyri og 0 ímóti.

Fyri atkvøddu: Heðin Mortensen, Jógvan Arge, Elin Lindenskov, Halla Samuelsen, Marin Katrina Frýdal, Levi Mørk, Jákup Símun Simonsen og Rúni Djurhuus. Greiddu ikki atkvøðu: Sjúrður Olsen, Jan Christiansen, Anfinn Brekkstein og Vagnur Johannesen og Bogi Andreasen.