Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BOÐANESHEIMIÐ OPIÐ Í VIKUSKIFTINUM

Leygar- og sunnudagin hevur almenningurin høvið til at síggja stóra og stásiliga Boðanesheimið. Opið verður báðar dagarnar frá kl 15. til 19.

Boðanesheimið fer at hýsa 64 búfólkum. Heimið er innrættað í tveimum hæddum við fýra búeindum. Í stóru felagslonini er stórkøkur, matarhøll, virkis- og venjingarstova og fyrisiting.

Á heiminum verður dentur lagdur á at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkunum. Fakliga dygdin verður sett í hásætið, og heimið verður áhaldandi við til at menna heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk til heimabúgvandi pensjónistar.

Tað hevur gingið rættiliga skjótt at byggja hetta stóra heimið. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Halla Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd, loystu fyrsta flagið tann 14. desember í 2010.

Arbeiðið at byggja heimið hevur gingið sera væl og hevur tikið minni enn tvey ár. Økið kring heimið er eisini liðugt, nú flutt verður inn. Sum flestum kunnugt verður heimið hitað við sjóvarhita.

Listamennirnir Bárður Jákupsson og Per Arnoldi listprýða heimið.

Boðanesheimið, sum nú er liðugt, verður opið fyri almenninginum leygardagin 3. november og sunnudagin 4. november, báðar dagarnar frá kl. 15.00 til kl. 18.00.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Kelda: www.torshavn.fo