Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Boðanesheimið: Nú er tendrað fyri grønu orkuskipanini

Fríggjadagin tendraði Heðin Mortensen, borgarstjóri, fyri einastandandi sjóhitaskipanini, sum hitar stóra Boðanesheimið, sum nú verður tikið í nýtslu.

Ætlanin var alla tíðina, at Boðanesheimið skuldi verða ein lágorkubygningur. Men tað var rættiliga sermerkt, at valið fall á eina sjóhitaskipan, sum ikki bara er ein orkuvinarlig loysn, men er ein skipan, sum minkar sera nógv um sjálva orkunýtsluna í mun til vanligar orljufýrdar ketlar. Talan er um eina sjóhitapumpuskipan við eini sokallaðari vekslarastøð niðri í fjøruni.

- Orkuspurningurin er ein alsamt vaksandi avbjóðing í dagsins vælferðarsamfelag. Serliga byggivinnan verður rakt av avbjóðingini, og tekur tí tíbetur henda spurning í størsta álvara. Í hesum føri hevur byggiharrin valt at ganga undan við eini alternativari loysn á einum relativt ókendum øki, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Vónin er, at hendan orkuskipan skal virka sum inspiratión fyri onnur, ið ætla at taka orkuspurningin upp í álvara. Í veruleikanum er skipanin ein tann fyrsta av akkurát hesum slagi í heiminum, so áhugin uttanlands er eisini stórur at fylgja gongdini. Tá umboð fyri kommununa vísti ætlanina fram á orkuráðstevnuni í Rio herfyri, var stórur áhugi fyri skipanini.

Loysnin við at nýta eina sjóhitapumpuskipan varð vald, av tí at byggiharrin hevði eitt ynski um ein modernaðan bygning, ið bæði var bíligur í drift og samstundis eisini umhvørvisvinarligur. Eingin samlað loysn var at finna, har bæði upphiting, heitt brúksvatn og upphiting av ventilation vóru samantvinnað. Loysnin var tó funnin, tá verkfrøðingar og framleiðarar av ymsum skipanum arbeiddu saman, og við at samantvinna ymsar kendar loysnir, ið frammanundan vóru at finna á marknaðinum.

- Rakstrarkostnaðurin er væl lægri, enn um ein traditionell loysn varð vald, og tí vil íløgukostnaðurin fyri skipanina í longdini spara seg inn aftur. Loysnin er samstundis við til at skapa áhuga fyri slíkum skipanum. Hettar er at meta sum nakað sera positivt, tí orkuspurningurin gerst alsamt meiráhugaverdur sum árini ganga, og tørvur er á at leita eftur nýggjum leiðum og loysnum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.