Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Boðanesheimið – Karmur til bestu eldrarøkt!

- Nú kunnu vit staðfesta, at fíggjarætlanin fyri byggingina hevur hildið. Vit kunnu eisini staðfesta, at tíðarætlanin hevur hildið, hóast at síðsti vetur var serstakliga harður og ávirkaði byggingina nakað, segði Heðin Mortensen, tá hann beyð vælkomin á nýggja Boðanesheiminum í dag.

Góðan dagin øll somul og hjartaliga vælkomin.

So standa vit her. Ja, loksins, kunnu mong siga. Einki er yvir at dylja, at tilgongdin til hetta nýggja røktarheimið yviri við Strond, Boðanesheimið, man hava kenst drúgv fyri summi.

Mangar orsøkir eru til tað, men tað mest umráðandi er, at sitandi býráð í fullum huga samtykti at byggja júst hetta røktarheimið, sum nú stendur liðugt og klárt at taka í nýtslu.

Vit vita øll, at tørvurin á røktarheimsplássum í Tórshavnar kommunu hevur verið sera stórur. Tað er eisini sannroynd, at sitandi býráð í sátt og semju hevur raðfest trivnaðin í kommununi sera høgt. Hetta sæst millum annað aftur í, at tveir stórir skúlar eru tiknir í nýtslu hetta valskeiðið, og tann triðja heilt stóra byggingin hevur verið Boðanesheimið.

Hetta eru stór tøk at taka, men býráðið hevur við skynsemi megnað at lyft hesum uppgávum, og tað fegnist eg almikið um.

Boðanesheimið

Tað er í tøkum tíma, at Boðanesheimið nú kemur og lættir um bæði hjá tí einstaka, ið nú skal flyta inn at búgva, og eisini hjá teim avvarðandi.

Hetta er ein stórur bygningur, men tað má sigast vera avbera góð byggilist, sum hevur gjørt, at bygningurin kennist so heimligur og fjálgur, her hann leggur seg inn í lendið og undir hamaran her yviri við Strond við Tórsbyrgi og Lágargarði omanfyri.

Her niðast við sjóvarmálan hava tey 64 búfólkini eitt avbera gott útsýni yvir Nólsoyarfjørð. Her síggja tey sólina rísa. Her síggja tey skipaferðsluna oman og niðan gjøgnum fjørðin. Her síggja tey bátarnar fram við landi draga fiskin inn um stokkin. Her svimur nýsa, her er alskyns fuglur, og á trøðni niðanfyri er seyður. Allar árstíðir við sínum sereyðkennum.

Nógv er gjørt burturúr uttanduraøkinum. Aftanfyri bygningin her undir hamrinum er ein heimur fyri seg í lívd fyri veðrinum, og har seinnapartssólin og vesturskinið skapa eitt heitt og livandi umhvørvið við gøtum, uppihaldsøkjum og plantum. Stutt sagt, hetta er ein oasa til likams og sálar.

Inni í Boðanesheiminum er nógv gjørt burturúr at skapa eitt heim, sum hevur nógvar møguleikar bæði hjá búfólkunum og starvsfólkunum.

Búrúmini eru stór og rúmlig, og tey kunnu enntá sláast saman til íbúð. Hædd er tikið fyri nýggju tíðini eitt nú við internetsambandi í búrúmunum.

Í norðari enda av bygninginum er skipað ein demensdeild til 16 búfólk, og sum eisini kann býtast upp í smærri sjálstøðugar eindir eftir tørvi. Hesin fleksibilitetur er nakað, sum eyðkennir allan bygningin. Vit síggja ein vaksandi tørv á búplássum til dement, og hetta fer tí eisini at lætta um hjá hesum bólkinum av røktarheimstørvandi.

Her á Boðanesheiminum er eisini ein stór fysio- og ergoterapi – eisini nevnt virkis- og venjingarstova, sum er plaserað her mitt í heiminum, vit nú standa. Umframt at vera ein tænasta til búfólkini her á heiminum, so er ætlanin eisini, at hetta verður partur av einum stórum dagtilhaldi hjá heimabúgvandi eldri, ið eisini kunnu fáa eina góða døgurðamáltið frá væl útgjørda køkinum.

Eisini avvarðandi hava ríkar møguleikar at brúka bygningin saman við sínum. Setstovur eru fleiri av ymsa staðni í bygninginum, har til ber at hugna sær, ja, taka eitt kortspæl, skuldi tað verið.

Hetta er alt ein partur av tí eldrarøkt og tænastu, sum Tórshavnar kommunan vil veita borgarunum. Ikki bert teimum, sum koma at búgva her, men Boðanesheimið vendir sær í eins stóran mun til borgarar, sum enn búgva heima, og sum við eitt sindur av stimbran, kropsvenjinginum, heilsugóðum kosti og sosialari samveru kunnu búgva heima longri.

Tí hóast vit kunnu gleðast um hetta heimið, so er tað i egnum heimi, tey flestu vilja búgva sum longst.

Í 1935, fyri meira enn 75 árum síðan, lat nú gamla Ellisheimið í V.U. Hammershaimbs gøtu upp. Mítt ættarlið av havnarborgarum hevur serligan tokka til gamla ellisheimið. Lutvíst er tað ein hugnaligur bygningur, men líka so nógv er tað fyri ta serligu sál og tann góða dám, sum ellisheimið altíð hevur rúmað.

Boðanesheimið verður stórt og spennandi arbeiðspláss. Her koma at virka nógvir ymsir fakbólkar. Ynski mítt er, at nakað av hesum góða frá gamla ellisheiminum eisini kemur at eyðkenna Boðanesheimið. Hóast heilt ymiskir karmar, er innihaldsliga virksemið á mangan hátt tað sama, tó at møguleikarnir her á Boðanesheiminum eru fleiri og betri. Men ein uppgáva hjá starvsfólkunum verður at skapa eitt heim, sum veruliga kennist sum eitt heim.

Byggingin

Tað eru 23 mánaðir síðan, at byggingin av Boðanesheiminum veruliga fór í gongd. Nú kunnu vit staðfesta, at fíggjarætlanin fyri byggingina hevur hildið. Vit kunnu eisini staðfesta, at tíðarætlanin hevur hildið, hóast at síðsti vetur var serstakliga harður og ávirkaði byggingina nakað.

At hetta hevur eydnast so væl, hava bæði arbeiðstakarar, bygginevnd, projektleiðari, listabólkur og umsiting okkara stórt rós uppiborið.

Byggifelagið Articon hevur bygt heimið í heildararbeiðstøku í samstarvi við arkitektarnar Albert Isfeldt, Gudmund S. Hansen og Selmar Nielsen. LBF hevur staðið fyri konstruktiónum og EL, meðan Sofus M. Jacobsen og Martin E. Leo hava staðið fyri HSV og V. Útint og veitt hava fleiri fyritøkur: Articon, Inntakt, Demich, Install, Anskar Hansen, Multigólv, EM-asfalt, Eikin, Leif Mohr, RÚM, Byggitilfar, Nema, Systemlyklar, Tangavirkið og Kone. Byggiharraeftirlitið hava Kontrast, PB Consult og Viggo A. Hansen havt.

Tórshavnar kommuna setir altíð 1,5% av byggikostnaðinum av til listprýði. Listabólkurin tók avgerð um, at listamenninir Bárður Jákupsson og Per Arnoldi skuldu listprýða Boðanesheimið.

Ein serligur táttur í byggingini hevur verið hitaskipanin. Tórshavnar býráð hevur sett út í kortið ein grønan orkupolitikk, og hetta varð eisini hugsað inn í byggingina av Boðanesheiminum. Upprunaliga varð ætlað ein jarðhitaskipan, men nú bygningurin liggur beint við sjóvarmálan, var ein sjóvarhitaskipan uppløgd at royna, tó at lítlar og ongar royndir eru gjørdar við slíkar skipan í so stórum bygningum og enntá einum røktarheimi.

Býráðið setti sær fyri at ganga undan og samtykti, at Boðanesheimið skuldi hitast við sjóvarhita burturav. Eg eri sera spentur uppá hesa skipan, sum fleiri lond hava víst stóran áhuga.

Eldrarøktin framyvir

Góðu tit øll. Stóra avbjóðingin fyri fýra árum síðan var at útvega búpláss. Kommunan setti sær fyri at loysa hetta, og nú er nærum komið á mál.

Vit vita, at talið av eldri er vaksandi. Avbjóðingin framyvir verður at skipa fleiri tilboð til tey heimabúgvandi, so at hesi kunnu liva og virka virðiligað og sjálvbjargið í egnum heimi og úti í samfelagnum sum longst.

Her hava vit í Tórshavnar kommunu longu fleiri slík tilboð, og Boðanesheimið verður so eitt aftrat til frama fyri alt samfelagið her í Tórshavnar kommunu.

Fari við hesum hjartaliga at takka tykkum øllum, sum hava arbeitt við at byggja henda stásiliga bygning, eins og tykkum, sum fyriskipað hava. Takk fyri gott og gevandi samstarv.

Vit gleða okkum nú til at taka Boðanesheimið í nýtslu. Fari at enda við at ynskja øllum borgarum í Tórshavnar kommunu hjartaliga til lukku við Boðanesheiminum.

Tøkk til landsins mynduleikar fyri stuðul og forstáðilsi.

Takk fyri.

--

Eftir røðuna tendraði Heðin Mortensen fyri sjóvarhitaskipanini, tí fyrstu av sínum slag í heiminum.