Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Boðanesheimið letur upp

Jógvan Arge, býráðslimur og valevni á Lista E:

Ein stór verkætlan, sum hava verið í umbúna leingi í Tórshavnar kommunu, eru nú aftur í fokus. Tað er Boðanesheimið, tí tað er um at vera liðugt.

Útbygging á eldraøkinum hevur verið eitt av fremstu málunum í kommununi alla hesa øldina, men nústani kemur eitt úrslit, sum veruliga munar.

Kommunan keypti trønna hjá Júst Sivertsen úti við Strond so tíðliga sum í 2005 at byggja røktarheim á. Vit fóru nakað skjótt undir at leggja heimið til rættis, men broyttu kós nakrar ferðir, tí fíggingarmøguleikarnir broyttust.

Loksins varð farið undir byggingina, tá løgtingið samtykti lóg um at fíggja helvtina av kostnaðinum av hvørjum røktarheimsplássi, tó í mesta lagið við 700.000 krónum.

Boðanesheimið, sum í hesum døgum er um at vera liðugt og verður um vikuskiftið sýnt fram fyri almenninginum, er prýðiligt og framkomið, og kostar útivið 130 mió kr tilsamans. 64 fólk kunna húsast har, og tørvur er á hvørjum einasta plássi.

Kommunan hevur fíggjað um 90 milliónir við einum eyka skattaprosenti í trý ár. Ein hittinorðaður kollfirðingur helt á almennum fundi mikukvøldið, at tað var genialt av kommununi at fíggja á henda hátt. Nú heimið er liðugt, er tað goldið, og vit skylda ikki eitt oyra upp á tað!

Framtøkini á eldraøkinum enda ikki her. Alt eftir, hvussu leikur fer, verður farið undir at leggja skipanina av eldraøkinum til rættis fyri framtíðina.

Vit í Tjóðveldi leggja dent á, at fólk sum longst kunnu vera í egnum umhvørvi, og at heimatænastan verður útbygd, so stovnsplásssini á ellis- og røktarheimum verða so fá sum møguligt.

Vit leggja dent á, at útvegaðar verða íbúðir til eldri, sum hava fyri neyðini at flyta í minni bústað við smærri skyldum. Útvegast skulu eisini íbúðir til eldri rørslutarnað, sum hava brúk fyri hjálp at klára seg.

Møguleiki eigur at vera fyri bæði skipaðari og bráðneyðugari umlætting við uppvenjing ella viðlíkahaldsvenjing, og tænastan hjá Heilræði kommununnar eigur at verða útbygd.

Listi E virkar fyri, at tey eldru fáa eitt blítt lívskvøld í egnum umhvørvi sum longst.

X vid Lista E

---