Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Boðanesheimið: Fyrsta lonin innilokað

3. mai 2010 blivu tilboðini upp á bygging av eldradepli yviri við Strond, sum seinni hevur fingið navnið Boðanesheimið, latin Tórshavnar Kommunu. Talan er um eina heildararbeiðstøku, har arbeiðstakarin umframt sjálva byggingina eisini stendur fyri projektering v.m. Articon fekk arbeiðið.

Síðan hevur gingið við fullari ferð, so fólk nærum hava sæð dagamun á. Og nú stendur fyrsta lonin innilokað, so nú ber til at ímynda sær, hvussu fer at síggja út.

Tórshavnar býráð hevur eisini samtykt, at nýggja ellis- og røktraheimið á Boðanesi skal hitast við sjóvarhita burturav. Tað merkir, at heimið ikki kemur at hava nakað oljufýrt hitaverk.

Boðanesheimið er ein sonevndur lágorkubygningur við serligum krøvum til eitt nú tættleika og bjálving. Í sambandi við útbjóðingina bað býráðið um tilboð uppá grøna orkuskipan.

Soeliðis ger kommunan nakað ítøkiligt fyri at betra um umhvørvið og minka um útlátið, ið hevur so stóra ávirkan á veðurlagsbroytingarnar, samstundis, sum kommunan á henda hátt ger stovnin leysan av oljuni, sum bara verður dýrari og dýrari.

Nú byrjar heimið at taka skap og fólk kunnu nú fegnast um, at Boðanesheimið nú eisini verður slóðbrótandi fyri grøna orkupolitikkin í Føroyum.