Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Boðanesheimið: Fólk fáa nú tilboð um fast búpláss

Byggingin av Boðanesheiminum er nú komin so langt, at klárt verður at flyta inn seinni í ár. Pláss verður fyri 64 húsfólkum á heiminum.

Fyrsta dagin fáa tey fyrstu 32 eldru, ið eru raðfest at koma inn á røktarheim í kommununi, tilboð um búpláss á Boðanesheiminum. Eftir summarfrítíðina fáa 32 tey næstu eisini tilboð um búpláss.

Tað er upptøkunevndin, sum boðar fólki frá, um tey hava fingið fast búpláss á Boðanesheiminum. Tá innflytingardagurin nærkast frætta fólk nærri og starvsfólk frá Boðanesheiminum koma á heimavitjan.

Tey, sum nú fáa tilboð um fast búpláss, verða biðin um sum skjótast at boða sosialu deild kommununar frá, um tey taka av tilboðnum.