Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bobby Kimball er komin til landið

Toto sangarin Bobby Kimball og bólkur hansara komu til landið í gjárkvøldið. Í dag hevur sightseeing verið á skránni m.a. vóru teir í Nólsoy ein túr.

Ofta argar veðrið illa, tá stóru heimsnøvnini skulu til Føroyar, men í gjár og í dag, hevur føroyski veturin víst seg frá sínari blíðastu síðu við lýggjum veðrið, og tí lendi Toto legendan og hansara svenski superbólkur uttan trupulleikar í Vágunum.

Góða veðrið ger sítt til, at útferðin í dag hevur verið serstakliga væleydna, teir hava vitjað í Nólsoy og í Kirkjubø og eru bergtiknir av Føroyum.

Svenska gittar legendan Tommy Denander skrivar júst afturkomin á hotellið soleiðis á síni Facebook vangamynd:

"Faroe Islands is a truly beautiful place and I really wanna thank Rúni Djurhuus and the guys for a great sightseeing today!!!

Tonight we will pay you back with a killer show!!!"

Hann hevur somuleiðis lagt frálíkar myndir frá túrinum út, tær kunnu síggjast her:

http://www.facebook.com/tommy.denander

Teir koma júst úr Finlandi, har teir spældu eina sera væleydnaða konsert fyri stórari fjøld. Í kvøld stendur so Ítróttarhøllin á Hálsi fyri tørni, og Kimball sigur seg gleða seg til konsertina, har pallur og umstøður gera, at nærleikin og sambandi við áhoyrararnar er sera góð. Hetta er fyribils seinasta konsertin á hesari konsertferðini hjá Kimball, ein konsertferð har bólkurin spælir kendu hittløgini, ið Kimball sang hjá Toto, løg sum Rosanna, Hold The Line og Africa.

Forsølan av atgongumerkjum er nú enda, men enn er ikki heilt útselt, so seinastu atgongumerkini verða seld við dyrnar í kvøld.