
Blokkurin og Eysturoyggin
Føroyar fáa blokk úr Danmørk. Hann verður mest brúktur til almenn arbeiðspláss.
Ymist er, hvar hesi eru.
Í Eysturoynni eru næstan eingi almenn arbeiðspláss, og tí livir oyggin uttan blokk.
Um so var, at blokkurin var av tí góða, hevði tí staðið illa til í Eystruoynni.
Men hvat hava eystringar gjørt?
Tá teir ikki hava fingið nakran blokk, hava teir brett upp um armar og sett virki á stovni, sum hava gingið so væl, at oyggin er lokomotivið í vinnulívi okkara.
Tað løgnasta av øllum er tó, at teir samstundis atkvøða fyri Sambandsflokkinum fyri at fáa meira blokk og harvið saga ta grein av, sum heldur teimum uppi!
Zakarias Wang=