Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Blokada og arbeiðssteðgur avlýst

Fasti Gerðarrættur sigur, at stríðsstigini hjá Føroya Pedagogfelag móti landsins forskúlum eru óheimilað. Pedagogfelag fer at kæra málið til nevndina fyri Fasta Gerðarrætt vegna feilir í málsgongdini.

Skrivað hevur: Ingolf S. Olsen - PRESS

Føroya Pedagogfelag avlýsir við hesum blokaduna móti landsins forskúlum – tað er bannið móti at søkja størv í forskúlunum – og arbeiðssteðgin, ið var lýstur at fara í gildi á midnátt 17. august. Orsøkin er, at Fasti Gerðarrættur hevur gjørt úrskurð í málinum um stríðsstigini, sum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, hevði kært. Í úrskurðinum sigur gerðarrætturin, at stríðsstigini hjá Føroya Pedagogfelag eru óheimilað.

Føroya Pedagogfelag hevu tó longu gjørt av at kæra málið til nevndina fyri Fasta Gerðarrætt við kravi um, at málið skal ganga umaftur, tí avgerðandi feilir eru gjørdir í málsgongdini. Millum annað eru óformligar útsøgnir frá einum fyrireikandi fundi í gerðarrættinum brúktar sum grundarlag fyri sjálvum úrskurðinum.

Kelda: http://www.pedagogfelag.fo/tidindi/vis-grein/grein/blokada-og-arbeidsstedgur-avlyst-214/