Blóðroyndartænastan: Lættari hjá sjúkum og gomlum at taka blóðroynd
Tórshavnar kommuna og Rannsóknarstovan á Landssjúkrahúsinum hava gjørt samstarvsavtalu um blóðroyndartænastu, sum fer at lætta munandi um hjá sjúkum og gomlum at taka blóðroynd.
Sosiala nevnd tók málið upp, og fíggjarnevndin hevur nú staðfest samstarvið.
Blóðroyndartænastan hevur sum endamál at lætta um hjá borgarum, ið skulu taka blóðroynd, og sum undir vanligum umstøðum skulu á ambulatoriið hjá Rannsóknarstovuni. Hetta verður gjørt á tann hátt, at bioanalytikari koyrir út til hesar borgarar og tekur blóðroyndina har.
Blóðroyndartænastan er ætlað borgarum, sum lækni metir verða so sjúkar, veikar og óhjálpnar, at hesi bert kunnu koma á ambulatoriið við hjálp frá portørum, røktarstarvsfólki ella avvarðandi. Tænastan skal fevna bæði um heimabúgvandi fólk og búfólk á t.d. røktarheimum og sambýlum í Tórshavnar kommunu.
Blóðroyndartænastan skal einans fevna um vanligar blóðroyndir og undir ongum umstøðum um akuttsjúklingar. Tað verða bert sjúkrahúslæknar og kommunulæknar, sum kunnu bíleggja blóðroyndir gjøgnum Blóðroyndartænastuna.
Blóðroyndartænastan er serstøk tænasta til borgarar í kommununi. Umframt at lætta um hjá einstøku borgarunum og avvarðandi teirra, so verður mett, at tænastan eisini er við til at spara útreiðslur hjá røktarheimum og sambýlum.
Talan verður um royndarskipan fram til nýggjárs, men ein ávegis eftirmeting verður gjørd í september at leggja fyri sosialu nevnd.