Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bløðini talgild mikudagin!

Mikudagurin 25. mars verður ein minniligur dagur. Tá er marimessa á vári, føðingardagur Vensil próst, sum setti fjøður á blað og bjargaði føroyska málinum. Hesin dagur er tí við sóma dagur føroyska málsins. 

Men í ár er hetta eisini tann dagur, tá tey føroysku bløðini frá fyrsta útkomudagi og fram til 1999 verða gjørd atkomulig at lesa fyri øll um allan heim, sum áhuga hava fyri tí sum er hent her á landi. Hetta er enn meir stórfingið, av tí at atgongdin er frí og ókeypis.

Talan er um táttaskil í øllum tí sum snýr seg um føroyska søguskriving.

Fyri at kunna skriva søgu er neyðugt at hava keldur. Tær eru ymsar. Vit hava fornfrøðina sum kann vísa á rúnasteinar og brend korn heiman av Sandi. Vit hava miðaldarbrøv og lógir. Vit hava tingbøkur, skifti, kirkjubøkur og almenn skriv í skjalasøvnum. Vit hava bøkur í bókasøvnum, har eisini brøv í hópatali eru at finna. Har eru eisini bløð.

Felags fyri allar keldur er, at tær í sjálvum sær einki siga. Tær skulu tulkast av einum forvitnum spyrjara, sum roynir at fáa tær at siga síni søgu. Summar keldur siga nakað, sum ikki er satt, og tí skulu tær kannast fyri at fáa rætta samanhangin. Hesin keldukritikkur er ein vísindagrein í sjálvum sær, og henni er nógv gott komið burturúr.

Men altumráðandi er at keldurnar eru atkomuligar. Tað nyttar granskarum einki at fornlutir eru krógvaðir í mold, ella at almenn brøv liggja á einum skjalasavni har eingin kann gagnnýta tey.** Bløðunum viðvíkjandi er størsta vandamálið, at tey eru so nógv, at tað er mestsum ómøguligt at finna fram til tað sum týdning hevur. Tað er einki yvirlit yvir innihaldið, og tí er næstan ómøguligt at nýta tey sum grundarlag, tá søga skal skrivast. Tað er spell, tí vit hava tað krav til lærarar okkara, at teir skulu læra næmingarnar søguna. Men hvussu skulu teir gera tað, tá eingin søga er skrivað fyri tíðarskeiðið eftir 1900?

Tað er í hesum tíðarskeiði, at vit hava havt bløð í Føroyum. Men tann sum vil síggja, hvat ið stendur í bløðunum, hevur verið noyddur at fara út á Føroya Landsbókasavn, har einasta blaðsavn okkara er. Bløðini eru prentaði á vánaligt pappír, og skulu nógv fólk lesa í teimum, hevði skjótt einki verið eftir. Tíbetur fekk Sverri Egholm, táverandi landsbókavørður, fyri fjøruti árum síðani avmyndað bløðini, so tann, sum vildi síggja tey, kundi fáa ein mikrofilm at seta inn í eitt lesitól, har eisini bar til at fáa eitt avrit.
Hesi tólini hava verið vánalig, og mangan í ólagi. Tey hava eisini verið dýr.

Men nú eru øll tey, sum hug hava at síggja, hvat ið hevur staðið í bløðunum, bjargaði av tøkniligu gongdini. Nýggja telduøldin hevur loyst upp fyri einum fullkomuliga nýggjum møguleika.

Í nøkur ár hevur borið til at gjørt bløðini atkomulig á heimateldum. Tað er hesin møguleiki, sum verður settur í verk nú mikudagin. Tey sum hava nakað at spyrja um, kunnu fara inn á blaðsavnið og leita eftir einum blaði, og finna eitthvørt orð sum stendur har. Vil ein dóttir fáa at vita um nakað hevur staðið um nær foreldrini giftust, so er bara at skriva navnið hjá øðrum, og so kemur tað fram. Eru minningarorð um abban? Tað er bara eitt klikk, so kunnu tey síggjast. Er tað onkur, sum vil fáa at vita hvat ið skrivað er um heimbygdina? So er at skriva navnið á bygdini og leita.
Fyribils er neyðugt at taka hvørt blað fyri seg, men longu í hesum árinum er útlit fyri, at tað ber til at leita samstundir í øllum teimum bløðunum, sum eru í hesari verkætlan.

Nú fer at bera til at skriva eina Føroya søgu fyri tíðarskeiðið eftir 1900.
Við at gera tað velduga keldutilfar atkomuligt, sum bløðini hava, verður loyst upp fyri ótaldum møguleikum. Nú er spónurin settur í greytin, og tí er ikki at helma í fyrr enn vit hava nógvar aðrar keldur atkomuligar, so tað ber til hjá okkara uppvaksandi ættarliði at fáa svar upp á teir skilagóðu spurningar, sum eingin dugir betri at seta enn tey.

Øllum Føroya fólki verður ynskt tillukku við hesum velduga framstigi!

Zakarias Wang