Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Blátt Gras við “Ávegis” heimlongsli

- er ein av boðskapunum, sum bólkurin Blátt Gras vil bera okkum!

“Blue Gras” og kristin boðskapur er so avgjørt ein øðrvísi tónleikalig samanseting, men eisini ein djørv og berandi avbjóðing, hesir fimm menninir hava sett sær fyri.

Í eini samrøðu segði Ragnar, at teir av onkrari tilvild møttust til venjing, men at ein bólkur skuldi spyrjast úr hesum, var ikki júst tað teir høvdu hugsað um.

Aðrastaðni í samrøðuni nevnir hann: “Í okkara tráðan eftir tí himmalska eru nógvar forðingar og avbjóðingar, samstundis sum signing og styrki verður givin til hvønn einstakan. Vit ynskja tó altíð, óansæð umstøður, at verða ávegis til Himmalin.”

Ragnar, Terje, Jóhan, Gunnar og Richard hava allir tað til felags, at teir elska at fáast við tónleik og er tað ivaleyst ein berandi orsøk til, at teir og teirra tónleikur er so væl móttikin.

Tá eg keypti mær fløguna var tað ikki við lítlum spenningi, tí útsagnirnar vóru rættiliga jaligar.

Fari eg gjøgnum tey tíggju løgini, er tráðurin ein sterkur boðskapur og er ynskið hjá teimum at fáa væl skrivaðu tekstirnar og lætta tónleikin at ganga upp í eina hægri eind.

Hetta er Blue Gras tónleikur, men er eisini eitt íslett av country at hoyra, sum gevur útgávuni eina góða breidd.

Teir høvdu sett sær fyri, at henda útgávan skuldi hava góða góðsku og vóru teir klárir at fara alla ferðina yvir í Crossroads Studio í USA at fáa hesa.

Vit hava sum dømi Kvartettina í Betesda, sum eisini fingu eina útgávu á høgum støði.

Millum mongu útgávurnar hesa seinastu tíðina, skilir henda seg eitt sindur út, tí tað eru ikki aðrir bólkar, ið hava lagt seg eftir Blue Gras kendum tónum.

Eg haldi, at David Johnson er komin sera væl frá skipanini av útgávuni og Van Atkins tí tøkniliga, tí útgávan er sera væl greidd úr hondum.

Fyri at koma inn á okkurt lagið, eri eg sera fegin um skering fimm: “I´m on my way to heaven,” sum fær meg at hugsa um góðu framløgurnar hjá Gaither, ið eru millum tey størstu innan kristna tónleikin.

Fyrsta skeringin er eisini eitt sera gott lag og eri eg mest fegin um tey ensku løgini, sum geva útgávuni ein serligan altjóða dám.

Eg kann bara vera samdur við Jeff Collins í Crossroads: “What fine, talented and humble gentleman we encounterd her in Crossroads..” – EIN SERA GÓÐ OG SPENNANDI ÚTGÁVA!

Fríðálvur A. Jensen