Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Blandar privata og almenna nýtslu saman

Brúkaraumboðsmaðurin hevur vent sær til Gjaldsstovuna, sum eftirsíðan hevur stovnað brúkaraumboðsmannin sum skuldara, skrivar Landsgrannskoðarin.

Landsgrannskoðanin hevur í 2011 grannskoðað Brúkaraumboðið. Landsgrannskoðanin heldur, at Brúkaraumboðið er ein ov lítil eind til at røkja roknskap sín forsvarliga. Landsgrannskoðanin mælir tí til, at bókhaldið verður flutt frá stovninum.

Landsgrannskoðanin átalar, at privat nýtsla og roknskapurin hjá Brúkaraumboðnum verður blandað saman, tað eigur ikki at koma fyri.

Landsgrannskoðanin heldur tað vera óheppið, at ein almennur stovnur, í hesum føri Brúkaraumboðið, rindar rokningar uttanum skattaskipanina.

Brúkaraumboðið fær eina ferð um mánaðin uppgerð á kontuavriti/rokning frá Eurocard yvir nýtsluna mánaðin frammanundan. Bókhaldsfólkið á stovninum ger nýtsluna upp á einum uppgerðarskjali fyri stovnskassar, leggur skjølini og Eurocard rokningina við uppgerðini, og sendir hana til Gjaldstovuna at bóka.

Kortið verður avroknað soleiðis, at samlaða upphæddin verður bókað á millumrokningarkontu, so stovnurin heftir fyri allari útreiðsluni. Síðani verða upphæddirnar, sum stovnurin eigur, útreiðsluførdar, meðan tann parturin av nýtsluni, sum eru privatar útreiðslur hjá brúkaraumboðsmanninum, verður hangandi á millumrokning sum skuld hjá stovninum.

Sambært rundskrivinum frá Fíggjarmálaráðnum 11. november 20096, er als ikki loyvt at nýta gjald- og kredittkortini til privata nýtslu. Landsgrannskoðanin heldur, at tað als ikki eigur at koma fyri, at privat nýtsla og roknskapur hjá einum almennum stovni verða blandað saman.

Í november 2011 hevur Brúkaraumboðið boðað frá, at í framtíðini verður kredittkortið viðgjørt eftir reglunum, og kortið verður ikki longur brúkt til privata nýtslu.

Landsgrannskoðanin heldur tað stríða ímóti grundleggjandi reglum um bókhald, at skuldarar landsins, í hesum føri brúkaraumboðsmaðurin, ikki verða skrásettir sum skuldarar, men at skuldin ístaðin verður “hangandi” hjá stovninum. Brúkaraumboðsmaðurin hevur vent sær til Gjaldsstovuna, sum eftirsíðan hevur stovnað brúkaraumboðsmannin sum skuldara, skrivar Landsgrannskoðarin, m.a.