Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Blái Krossur nýggjan endurnýtsluhandli

Hjalmar Hansen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi.

Í gjár lat upp nýggjur endurnýtsluhandil á Bakka á Glyvrum. Handilin hevur fingið heitið Endurnýtslan, og tað er Blái Krossur, ið hevur handilin.

Endurnýtsluhandilin er í hølum á Bakka á Glyvrum, har ymiskt annað vinnuvirksemi hevur verið.

Blái Krossur hevur frammanundan tvær Blákrossbúðir – eina í Havn og eina í Runavík – har tað fyri tað mesta eru brúkt klæði, ið verða seld. Í nýggja endurnýtsluhandlinum er hinvegin møguleiki at keypa ymiskar brúktar lutir bíliga, til dømis innbúgv, lampur, steintoy og prýðislutir.

Umframt at vera handil er eisini ætlanin at hava eitt lítið verkstað, umframt at tað skal vera eitt sosialt stað hjá fólki at vera, har eisini sjálvboðin fara at arbeiða. Í samband við at Endurnýtslan lat upp í gjár, var móttøka. Til móttøkuna segði aðalskrivarin hjá Bláa Krossi, Hjalmar Hansen, nøkur orð, og borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, bar fram eina heilsan.

Blái Krossur hevur gjørt samstarv við Runavíkar, Nes og Sjóvar Kommunur um endurnýtsluvirksemi. Bingjur verða settar upp við ruskplássini í kommununum, har til ber at lata lutir, ið kunnu endurnýtast.

Endurnýtslan verður fast opin týsdagar og fríggjadagar seinnapart – og annars, tá ið fólk er í Endurnýtsluni.

Kelda: www.trubodin.fo