Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í temablaðnum, skrivar formaðurin oddagrein, men ger vart við, at talan er um eina serliga útgávu – blaðið er ikki sent einstaka liminum, men út á arbeiðspláss og støð, har tað kann vera alment gagnligt.

Nevndin hevur vitað, at ein ávísur tørvur hevur verið á at havt eitt ítøkiligt fakblað at halda í. Hendan útgávan er serliga rættað móti, at kommunuval verður seinni í ár, og halda vit, at tørvur er á at fáa lýst okkara arbeiðs upp gávur á kommunala økinum breitt. Her er tó ikki pláss til alt. 

Tað er ein sannroynd, at tørvur er á námsfrøðingum og yrkinum. Tí yrkið snýr seg um samspælið, ið er millum menniskju. Og tað er ein sannroynd, at tað modernaða menniskja hevur tørv á góðum og sunnum samspæli. Hetta evnisblað kemur sostatt inn á nøkur arbeiðsøki, har víst verður á, at tíð eisini skal til at røkja samspælið, tíð er vorðin ein „dýrabar“ vøra í dagsins samfelag, har øll skulu renna skjótari. Hesum kennir námsfrøðiliga økið avleiðingarnar av, og tí er tørvur á at fáa staðfest, at tíð skal setast av til børnini. 

Verður hendan tíðin ikki sett av, soleiðis at námsfrøðingar fáa høvi at skipa og eftirmeta virksemið, ber illa til at røkja grundleggjandi uppgávuna, sum er at vera saman við øðrum menniskjum í góðum samspæli. Vit síggja tað í greinini um „Tað góða dagstovnalívið“, hvussu umráðandi tað er fyri dygd ina, at stovnar fáa tíð, at normeringar vera tiknar í álvara – vit hava sæð, at flestu kommunur hava gjørt íløgur í fysisku karmarnar til stovnarnar. Og nú er tíðin komin at hugsa um innihaldið, sum Heðin Mortensen sigur, „Málini frameftir eiga tí fyrst og fremst at vera at leggja dent á námsfrøðiliga dygd og trivnað,...“. 

Eldraøkið er eitt nýtt starvsøki, hetta hevur sínar avbjóðingar, serliga tá tað er ymiskt, hvussu uppgávan verður fatað av arbeiðsgevarunum. Í summum førum verða námsfrøðingarnir ikki settir sum náms frøð ingar, men undir øðrum treytum. Sjálvt um vit duga at síggja, at námsfrøðingar eiga at vera ein sjálvsagdur partur í eldra økinum – tí júst námsfrøðingurin kann tryggja eitt sunt og gott samspæl. 

Avbjóðingarnar, ið eru á frítíðarskúlum, er eisini eitt evni, ið kemur fram í blaðnum. Her er tað serliga arbeiðstíðin, sum er avbjóðandi, fáir tímar eru at fáa, og útlitini eru eisini, at børn skulu ganga longri í skúla, so tørvurin gerst minni á frítíðarskúlunum.

Vit fáa eisini eitt lítið innlit í, hvussu útbúgvingin til námsfrøðing broytist og tillagar seg. Eitt innlit í teir tankar og ætlanir, Fróð skaparsetrið nú hevur á økinum. Hetta blaðið hevur eisini ein politiskan boðskap. Tað tykist tor ført at fáa politikarar at skilja okkara boðskap, tá tey ikki kenna til náms frøð ina annað enn sum „brúkarar“ av námsfrøðiligum tæn astum, og tí hevur tað eisini týdning, at námsfrøðiligir tankar sleppa framat. 

Í blaðnum eru tískil eisini nakrar samrøður við námsfrøðingar, ið eru virknir í politikki, í bý/bygdarráðum og eis ini lands politiskt. 

Blaðið gevur lesaranum innlit í námsfrøðiliga yrkið.

Vónandi taka tit væl ímóti hesum evnisblaði. 

Jógvan Philbrow
formaður.