Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bjørnin í Føroyum?

“Russiska bjørnin hálsfevndi løgmann”, skrivar Sosialurin á forsíðuni í dag. Hetta var annars ikki gomul hálsfevning millum høgravendar føroyingar og russiskar sosialistar.

Men nú er vent í holuni. Nú ganga Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin við løgmanni á odda og økja um brøðralagið við Russland.

Eg haldi ikki, at Føroyar skulu ganga í fótasporum ES og seta tiltøk í verk móti Russlandi. Lat ES eiga hatta í fyrstu atløgu, við stuðli frá USA.

Men tað er langt frá hesum fótasporum ES, og so at senda sjálvan samgonguleiðaran, premierministaran, til Russlands at økja um samstarvið og samvinnuna júst í hesum døgum har restin av vesturheiminum gongur hin øvugta vegin.

Hví velur samgongan ikki at senda onkran frá embætisverkinum til Russlands, um endamálið er at gera sær dælt av øktum marknaðum í Russlandi, nú ES boykottar? Tað eigur hóast alt at snúgva seg um takt og tone og um at kenna røttu løtuna.

Í 1987, táið kalda kríggið herjaði, fleyg ungi Mathias Rust friðarliga úr Vesturtýsklandi til Reyða Torgið í Moskva. Eftirlitið og radarar, sum annars fyltu alt flogrúmið í Sovjetsamveldinum hesa tíðina, sóu ikki fitta unga vesturtýskaran koma flúgvandi. Orsøkin sigst verða, at hann fleyg so lágt, at ongin legði merki til hann. Hann fleyg niðanfyri radarahædd.

Tað er signalforvirrandi at senda sjálvan løgmann til Russland, samstundis sum restin av vesturheiminum setir tiltøk í verk mótvegis landinum. Sendu vit onkran av dugnaligu embætisfólkum okkara yvir ístaðin, kundu vit fingið akkurát tað sama burturúr. Gjørdu vit tað, hevði verið flogið væl lægri, - ongin úti í heimi hevði givið tí ans, og vit kundu fingið akkurát tað sama burturúr. Harumframt kundu vit í longdini varðveitt samstarvið og virðingina yvirfyri okkara samstarvspartnarum í vesturheiminum, sum hóast alt verða tey lond, sum vit í longdini koma at alliera okkum.

Leggja europeiskir myndugleikar merki til okkara uttanríkispolitikk mótvegis Russlandi, so undrast teir, men velja tann lága profilin. Fyri tað fyrsta tí, at tað er rættiliga avmarkað, hvussu nógv føroyski útfllutningurin megnar at yvirtaka av teimum marknaðum, sum ES-londini vanliga tóku sær av.

Og í øðrum lagi, tí teir júst hava lagt lok á eitt boykott móti okkum, sum var eitt sindur pínligt fyri ES og serliga fyri Danmark.

Hóast vit ikki skulu fylgja ES í hesum føri, so gevur tað ikki meining, at vit júst í teimum døgum, táið restin av vesturheiminum setir tiltøk í verk leypa so á leistum fyri Russlandi, soleiðis sum løgmaður ger. Sjálvandi ynskir Russland ein vaksandi samhandil við Føroyar.

Tað er bæði taktiskt og strategiskt fyri teir. Tí hálsfevna teir okkum og løgmann okkara í hesum døgum. Men at distansera seg so markant frá restina av vesturheiminum í hesum máli, er ikki strategiskt fyri okkum, um vit altso vilja verða partur av vesturheiminum – í longdini.

Vit áttu at víst seriøsitet, sum loysir seg í longdini. Vit kundu antin latið staðið til, sæð tíðina an, og soleiðis latið samhandilin og samstarvið verða sum tað var við Russland, áðrenn spennningarnar millum Russland og vesturheimin. Ella vit lótu embætisfólk tikið sær av øktum samhandli.

At russiska bjørnin hálsfevnir løgmann kann skjótt blíva okkum og føroyskum vinnulívið ein bjarnatænasta.

Annita á Fríðriksmørk