Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bjørn Kunoy grein í evropeiskum altjóðarættar tíðarriti

Bjørn Kunoy grein í evropeiskum altjóðarættar tíðarriti um rætt og skyldur í sambandi við umsiting av ferðandi fiskastovnum og rættarkarmin hvat viðvíkur álegging av handilstiltøkum, tá ið eingin semja er um býti av ferðandi fiskastovni.

Bjørn Kunoy hevur skrivað grein, ið er útgivin í seinastu útgávu av German Yearbook of International Law, 2011, vol. 54. Heitið á greinini er "Conservation and Management of Shared Fish Stocks and the Applicable International Trade Regime".

Greinin viðger fullræðisrættindi og skyldur hjá strandalondum til at umsita ferðandi fiskastovnar í mun til rættindi hjá øðrum strandalondum at sama ferðandi fiskastovni. Síðani verða skipanir og reglur í altjóða handilsfelagsskapinum (World Trade Organization) útgreinaðar í mun til rættin hjá londum at áleggja handilsrevsitiltøk móti vørum úr øðrum landi, tá ið eingin semja um býti av einum ferðandi fiskastovni er við ávíst strandaland. Summa summarum verður sagt, at tað er ein tung byrða at tryggja, at slík handilstiltøk, orsakað av væntandi semju um býti av ferðandi fiskastovni, eru í tráð við WTO rætt. Harafturat verður eisini framført, at slík tiltøk kunnu virka í andsøgn við tær mannagongdir ið eru lagdar til høldar í havrættarsáttmála Sameindu Tjóða, her ímillum semingsnevndir samsvarandi tess fylgiskjali V, til at finna semjur í trætumálum, ið eru orsakaðar av eitt nú ósemjum um býti av ferðandi fiskastovnum.

German Yearbook of International Law telist millum tey týðandi evropeisku altjóðarættar tíðarritini. Les um tíðarritið og tess ritstjórn her http://www.gyil.org/?page_id=14 

Bjørn Kunoy hevur seinastu seks mánaðirnar verið vitjandi granskari í Lauterpacht Centre for International Law, University of Cambridge, og er júst afturkomin úr farloyvi í starv sítt sum løgfrøðiligur ráðgevi í uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni.

Les um Bjørn Kunoy í Heilagrunninum http://gransking.axeltra.com/index.php?type=person&lng=fo&id=31