Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bjørn Kalsø: Útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum lúka ásett krøv

Hetta var svarið frá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í fyrispunringi í løgtinginum.

1 Hvar ætlar landsstýrismaðurin, at skipara- og maskinistútbúgvingin skulu vera, í Tórshavn ella Klaksvík?

2. Hevur landsstýrismaðurin givið boð um, at boðini frá Mentamálaráðnum til Vinnuháskúlan 30. januar skulu takast aftur?

3. Á hvørjum grundarlagi hevur landsstýrismaðurin raðfest rakstrarjáttanina til Vinnuháskúlan fyri fíggjarárini 2012 til 2016?

4. Tekur landsstýrismaðurin undir við staðfestingini av, at allar útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum eru í samljóði við øll ásett krøv, at útbúgvingarnar til fulnar røkka ásettum endamálum, og at tað tí ikki tænir nøkrum vinnuligum, ástøðiligum ella fíggjarligum endamáli at liða tær sundur fyri at flyta tær aðrastaðni?

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður:

Til 1: Í dag er skiparaútbúgvingin bæði í Klaksvík og Tórshavn. Maskinistútbúgivngin er í Tórshavn. Landsstýrismaðurin hevur ikki ætlanir um broytingar á hesum øki, so leingi arbeiðið at fyrireika uppstigan av maritimu útbúgvingunum ikki er liðugt. Arbeitt verður við hesum í løtuni, og tá tilmælið er liðugt í heyst, fer landsstýrismaðurin at taka støðu til møguligar broytingar.

Mest sannlíkt verður nýggja skipanin ikki sett í verk fyrr enn frá 1. august 2014.

Til 2: Landsstýrismaðurin var ikki vitandi um skrivið 30. januar 2012.Tann9. februar 2012 varð stjórin á Vinnuháskúlanum kunnaður um, at arbeiðið at greina og gera tilmæli við støði í nýggja samgonguskjalinum viðvíkjandi maritimum útbúgvingum ikki er liðugt, og at landsstýrismaðurin tí ikki hevur tikið nakra endaliga avgerð í málinum.

Til 3: Rakstrarjáttanin til Vinnuháskúlan er partur av samlaðu játtanini til maritimar útbúgvingar, og er henda játtan óbroytt í uppskotinum til samtyktar um karmar komandi 5 árini.

Til 4: Landsstýrismanninum kunnugt, lúka útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum ásett krøv, og sum víst á, hevur landsstýrismaðurin ikki ætlanir um broytingar á hesum hesum øki, so leingi arbeiðið at fyrireika uppstigan av maritimu útbúgvingunum ikki er liðugt.