Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, leggur dent á, at heimild er í fólaskúlalógini fyri at seta forskúlar á stovn, og at tað tí er neyðugt við kunngerð, sum skipar økið, so verandi forskúlar ikki framhaldandi skuldu vera uttan formligar karmar.

Bjørn Kalsø: Skipanin skal eftirmetast áhaldandi

Landsstýrismaðurin í mentamálum sigur, at forskúlakunngerðin í fyrsta lagi er ætlað at skipa karmarnar fyri forskúlunum, sum frammanundan eru heimilaðir í fólkaskúlalógini. Men tað merkir ikki, at arbeiðið er liðugt med alla, og allir forskúlar skulu góðkennast av Mentamálaráðnum, leggur hann dent á.

Tað hevur ikki eydnast at ganga øllum ynskjum og krøvum á møti frá hoyringspørtunum, tá forskúlakunngerðin varð endaliga orðað, lýst og sett í gildi.

Tað ásannarBjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, men leggur samstundis dent á, at arbeiðið við at skapa betri karmar fyri forskúlaaldursbólkinum ikki steðgar, bara tí ein kunngerð er lýst.

“Hetta verður eftirmett alla tíðina, og vit hava breitt útbúgvin fólk Í Mentamálaráðnum, sum sita og arbeiða við hesum javn og samt, millum annað skulu vit gera greiðar námsætlanir fyri forskúlarnar. Tað er heldur ikki so, at vit bara geva leyst, so hvør skúli í sínum lagi kann seta forskúla á stovn. Allir forskúlar skulu nevniliga metast og góðkennast av Mentamálaráðnum, áðrenn teir kunnu byrja”, sigur hann.

Landsstýrismaðurin heldur, at tað var neyðugt at lýsa kunngerð nú fyri at formalisera virksemi í forskúlunum.

“Men eg vil leggja dent á, at forskúli skipaður eftir nýggju kunngerðini er eitt tilboð, sum gevur kommunum møguleika at bjóða sínum borgarum væl skipað forskúlatilboð við heimild í fólkaskúlalógini. Tað stendur tó framvegis kommunum frítt at halda forskúlar ella forskúlalíknandi tilboð á kommunalum barnaansingarstovnum, soleiðis sum fleiri kommunur hava gjørt tað í mong ár við sera góðum úrslitum”, sigur hann.

Heimildin hjá kommununum at seta á stovn forskúlar er givin í fólkaskúlalógini, §4, stk. 4, sum er soljóðandi:

"Kommunum kann verða loyvt at seta 1 árs forskúlaflokk/ar á stovn eftir gjøllari reglum, sum landsstýrismaðurin setur."

Heimildin er har

“Kunngerðin hevur verið til hoyringar hjá lærarunum, pedagogunum og kommununum. Vit hava lurtað eftir øllum, men ongin hevur fingið alt sítt ígjøgnum. Kunngerðin mátti lýsast nú, tí skipanin við forskúlum hevur virkað sum royndarskipan í nøkur ár. Kommunurnar hava eisini, sum nevnt, heimild eftir fólkaskúlalógini at seta forskúlar á stovn, Ikki minst tí er neyðugt við eini kunngerð. Tað hevði tó heldur ikki verið rætt at tikið verandi forskúlar av, tí allir atknýttir partar – børn, foreldur, lærarar, námsfrøðingar og kommunurnar – hava verið glaðir fyri teir”, sigur Bjørn Kalsø.

Hann vil annars ikki gera ítøkiligar viðmerkingar til útsagnirnar hjá Gunvør Balle, fyrr enn hann hevur svarað hennara skrivliga fyrispurningi. Freistin at svara er týsdagin í næstu viku.

Kelda: www.pedagogfelag.fo