Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, á aðalfundi í UNESCO

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, er í hesum døgum í París á 37. aðalfundinum hjá UNESCO, ið er ST stovnur fyri útbúgving, vísind, mentan og samskifti.

Tað var í 2009, at Føroyar gjørdust atlimir í hesum heimsumfatandi felagsskapi, sum telur 195 limalond og 9 atlimir. Á aðalfundinum luttaka sendinevndir við ráðharrum og embætisfólki úr stórum parti av heiminum.

Umframt at taka lut í sjálvum aðalfundinum hevur landsstýrismaðurin saman við føroysku sendinevndini eisini fleiri fundir við umboð fyri UNESCO um føroysk áhugamál. Fundir hava verið millum landsstýrismannin og varastjóran fyri mentanarøkið í UNESCO, Francesco Bandarin og varastjóran fyri World Heritage Centre, Dr. Mechtild Rӧssler.

Somuleiðis hevur landsstýrismaðurin verið á fundið saman við hinum norðurlendsku ráðharrunum við kinverska forsetan fyri aðalfundin, Mr. Hao Ping.

- Bjørn Kalsø sigur, at tað er umráðandi, at vit hava ein virknan lut í UNESCO nú vit eru vorðin atlimir, og leggur afturat, at tað er umráðandi, at vit gera vart við føroysk viðurskifti og kunna okkum um ymsu UNESCO sáttmálarnar á mentanarøkinum, nú fyrstu fetini skulu takast á hesum øki.

Í føroysku sendinevndini eru Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, Martin Næs, deildarstjóri í Mentamálaráðnum og Armgarð Weihe, fulltrúi. Í komandi viku fara Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, og Andras Mortensen, stjóri á Søvnum Landsins, at umboða føroysku UNESCO nevndina á fundum innan vísind og mentan.