Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bjørn Kalsø gav tinginum skeivar upplýsingar

Í fyrispurningi nr. 71/2014 spyr Hanus Samró tingmaður, Bjørn Kalsø landsstýrismann um Kringvarpið skal gjalda sakarmálskostna í samband við rættarmálið móti Jørgin Niclassen landsstýrismanni.

9 apríl 2015 svarar Bjørn Kallsø í Máltal.: 11/00051-152, nevnda fyrispurningi. 

Svarið er eftir mínari meining beinleiðis skeivt.

Bjørn Kalsø svarar eftir § 23 í lógini um fjølmiðlaábyrd.

§ 23 í Lógini um fjølmiðlaábyrg er soljóðandi: 
§ 23. Kringvarpsstøðin hevur ábyrgdina av innihaldinum í einum teksti ella framsøgn, um ábyrgd ikki kann gerast galdandi móti redaktørinum, tí ásetingin um redaktørin vantar ella er skeiv, tí honum vantar tilknýti til Føroyar ella neyðuga saknæmi til at revsiábyrgdast. Hetta er eisini galdandi, hóast lógarbrotið ikki kann roknast kringvarpsstøðini at vera gjørt við vilja ella av ósketni.

Stk. 2. Er kringvarpsstøðin eitt virki, felag, sjálvsognarstovnur, grunnur ella tílíkt, kann sektarábyrgd verða áløgd løgfrøðiliga persóninum sbrt. stk. 1. Er kringvarpsstøðin ríkið ella staturin, landið, kommuna ella kommunalur felagsskapur, kann honum verða áløgd sektarábyrgd.

Hetta er ein rest paragraff, OG IKKI EIN PARAGRAFF, SUM YVIRRULAR § 16 -22.

Tað er sambært §5 í lógini skylda hjá KVF at hava ein redaktør á øllum sendingum. § 16 stk. 1 sigur, at revisábyrgd av innihaldinum... hevur høvundurin at teksinum, tann, ið sigur eitthvørt, redaktørurin.

Kringvarpsstøðin hevur ábyrgd samb. § 16 í samb. §20 stk 2 og §25 og 28. § 20 stk. 2 er um dulnevnd ella tey sum eru flutt av landinum og tí ikki kunnu røkkast. §25 er um straffiramman er meira enn 6 ár???!!!! § 28 er um lýsingar. Sostatt hevur hetta í § 16 einki við nevnda mál at gera.

Tí er niðurstøðan at í hesum máli ábyrgdast Kringvarpið ikki eftir § 16.

Paragraffir frá §17 til 22 nevna alla tíðina redaktørin at hava ábyrgd. 

Tí er tað heldur ikki lógligt hjá KVF at gjalda rættarsak fyri starvsfólk síni, uttan at hetta kemur undir § 23 stk. 1 í nevndu lóg. § 23 stk. 2 er nakað KVF má dømast til av Føroya Rætti og ikki av stýrinum

Tí er svarið sum Bjørn Kalsø hevur givið løgtinginum skeivt.

Eivind Jacobsen
Strendur

---------------

Kopi frá lógir: Fjølmiðlaábyrdgarlógin § 16-23 kopiera frá www.logir.fo

Útvarp og sjónvarp
§ 16. Revsiábyrgd av innihaldinum í eini útvarps- ella sjónvarpssending, sum nevndar eru í § 1, nr. 2, hevur høvundurin at tekstinum, tann, ið sigur eitthvørt, redaktørurin og kringvarpsstøðin, sbr. tó § 20, stk. 2, 25 og 28.

Stk. 2. Ásetingarnar um ábyrgdina av tekstum og framsøgnum skulu eisini nýtast um filmar, myndir o.l.

§ 17. Høvundurin at einum teksti, ið verður sendur út, hevur ábyrgdina av innihaldinum í hesum teksti eftir reglunum í vanligu lóggávuni, um teksturin er sendur út við hansara samtykki. Tað er ikki galdandi, um høvundurin vil vera ónevndur, sbr. tó § 20, stk. 2.

Stk. 2. Redaktørurin hevur ábyrgdina í teimum í stk. 1, 2. pkt. nevndu førum, hóast lógarbrotið ikki kann roknast honum at vera gjørt við vilja ella av ósketni.

Stk. 3. Redaktørurin hevur eisini ábyrgdina av innihaldinum í einum teksti í eini óbeinleiðis sending, um ábyrgd ikki kann gerast galdandi móti høvundinum, tí teksturin ikki er sendur út við hansara samtykki, ella um ábyrgd ikki kann gerast galdandi móti høvundinum, tí hann ikki hevur givið rættar upplýsingar um samleika sín, honum vantar tilknýti til Føroyar ella neyðuga saknæmi til at revsiábyrgdast. Hetta er eisini galdandi, hóast lógarbrotið ikki kann roknast útgevaranum at vera gjørt við vilja ella av ósketni.

§ 18. Tann, ið sigur eitthvørt í eini óbeinleiðis sending, hevur ábyrgdina av innihaldinum í hesi framsøgn eftir reglunum í vanligu lóggávuni. Hetta er ikki galdandi, um

1) samleiki hansara ikki skilst,

2) hann ikki hevur givið loyvi til, at framsøgnin verður send út, ella

3) hann hevur fingið loyvi at vera við uttan at verða kendur aftur, og hóskandi tiltøk eru sett í verk til tess at tryggja tað.

Stk. 2. Redaktørurin hevur ábyrgdina í teimum í stk. 1, nr. 1-3 nevndu førum, hóast lógarbrotið ikki kann roknast honum at vera gjørt við vilja ella av ósketni. Hetta er eisini galdandi, um ábyrgd ikki kann gerast galdandi móti honum, ið hevur borið fram framsøgnina, tí hann ikki hevur givið rættar upplýsingar um samleika sín, honum vantar tilknýti til Føroyar ella neyðuga saknæmi til at revsiábyrgdast.

§ 19. Redaktørurin hevur ábyrgdina av innihaldinum í einum teksti ella eini framsøgn, sum hevur verið almannakunngjørd við navni í øðrum fjølmiðli, og sum verður endurgivin í eini sending hjá viðkomandi kringvarpsstøð. Hetta er galdandi, hóast lógarbrotið ikki kann roknast honum at vera gjørt við vilja ella av ósketni. Um høvundurin ella tann, ið hevur borið fram framsøgnina, hevur givið loyvi til endurtøkuna, er hesin fevndur av §§ 17, 18 og 20. Ein tekstur, ið verður almannakunngjørdur við tíðindastovu sum navni, verður ikki mettur sum almannakunngjørdur við navni.

§ 20. Tann, ið sigur eitthvørt í eini beinleiðis sending, hevur ábyrgdina av innihaldinum í hesi framsøgn eftir reglunum í vanligu lóggávuni. Hetta er ikki galdandi, um hann hevur fingið loyvi at vera við uttan at verða kendur aftur, og hóskandi tiltøk eru sett í verk til tess at tryggja tað. Tá hevur redaktørurin ábyrgdina, hóast lógar¬brotið ikki kann roknast honum at vera gjørt við vilja ella av ósketni. Hetta er eisini galdandi, um ábyrgd ikki kann gerast galdandi móti honum, ið hevur borið fram framsøgnina, tí hann ikki hevur givið rættar upplýsingar um samleika sín, honum vantar tilknýti til Føroyar ella neyðuga saknæmi til at revsiábyrgdast.

Stk. 2. Revsiábyrgdin av innihaldinum í tekstum ella framsøgnum, sum verða bornar fram í beinleiðis sendingum í útvarpi ella sjónvarpi frá almennum fundum ella øðrum hendingum, sum eru frammi, verður ásett eftir reglunum í vanligu lóggávuni.

§ 21. Redaktørurin hevur samábyrgd av innihaldinum í einum teksti ella fram¬søgn, sum nevnt í § 17, stk. 1, § 18, stk. 1 og § 20, stk. 1, um 

1) redaktørurin hevur kunnleika til, at teksturin ella framsøgnin er skrivað ella borin fram av einum starvsfólki á kringvarpsstøðini, ella

2) um teksturin ella framsøgnin er skrivað ella borin fram eftir áheitan ella við aðrari hjálp frá redaktørinum, ella

3) um redaktørurin visti, at innihaldið var skeivt ella brot á friðin hjá tí einstaka, og tá tað snýr seg um beinleiðis sendingar, at hann visti, at teksturin ella framsøgnin varð send út.

Stk. 2. Redaktørurin hevur samábyrgd av innihaldinum í einum teksti ella framsøgn, um tann, ið hevur skrivað tekstin ella hevur borið fram framsøgnina, hevur fingið loyvi at vera við uttan at verða kendur aftur samsvarandi § 18, stk. 1 og § 20, stk. 1, men hóskandi tiltøk ikki eru sett í verk til tess at tryggja tað. Hetta er eisini galdandi, hóast lógarbrotið ikki kann roknast redaktørinum at vera gjørt við vilja ella av ósketni.

§ 22. Tann, ið lesur upp ella á annan hátt miðlar ein tekst ella eina framsøgn, hevur ikki ábyrgdina av innihaldinum í teksti ella framsøgn.

§ 23. Kringvarpsstøðin hevur ábyrgdina av innihaldinum í einum teksti ella framsøgn, um ábyrgd ikki kann gerast galdandi móti redaktørinum, tí ásetingin um redaktørin vantar ella er skeiv, tí honum vantar tilknýti til Føroyar ella neyðuga saknæmi til at revsiábyrgdast. Hetta er eisini galdandi, hóast lógarbrotið ikki kann roknast kringvarpsstøðini at vera gjørt við vilja ella av ósketni.

Stk. 2. Er kringvarpsstøðin eitt virki, felag, sjálvsognarstovnur, grunnur ella tílíkt, kann sektarábyrgd verða áløgd løgfrøðiliga persóninum sbrt. stk. 1. Er kringvarpsstøðin ríkið ella staturin, landið, kommuna ella kommunalur felagsskapur, kann honum verða áløgd sektarábyrgd.