Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bjørn Elmquist, verjuadvokatur: Vísir til føroyska rættargølu

Perla: Í fleiri ár hevur verið roynt at víst á rættar- og mannarættindasjusk í Føroyum, men tá bæði  Einglapressan og  samfelagið hava sett kykaran fyri blindað eygað, so hevur ólevnaðurin kunnað hildið fram. Men ikki av ongum verður sagt, at gløgt er gestsins eyga, og tað skuldi eisini vísa seg, tá tann kendi danski advokaturin, Bjørn Elmquist, sum fær innlit í eina sak í Føroyum, beinanvegin kallar hetta eina rættargølu av dimensjónum.

Endurgivið úr Oyggjatíðindum 11. mai 2012:

Hann er sanniliga ikki hvør, sum helst. Maðurin eitur Bjørn Elmquist, og hevur havt eina langa og áhugaverda professionella lívsleið í Danmark. Hann gjørdi seg kendan, sum ein habilur journalistur í danska sjónvarpinum, saman við einum øðrum líka kendum, Uffe Elleman Jensen, og báðir endaðu teir í politikki, og høvdu eitt drúgt politiskt lív í á Christiansborg.

Bjørn Elmquist hevði meiðslað navnið fast, sum ein habilur journalistur, og tað sama gjørdi seg galdandi í politikki, men seinastu nógvu árini, hevur hann arbeitt sum verjuadvokatur, og verður mettur, sum ein sera habilur, og dugnaligur advokatur. Ein av teimum tungu “dreinginum”,  sum ikki er til fals, og er ikki bangin fyri at kalla ein spaka fyri ein spaka, ella at koma við sakligum, men eisini hørðum  kritikki, bæði tá talan er um ákæruvalið, men hann sparir heldur ikki rættarskipanina um hann metir, at kritikkur er neyðugur.

Tað var Jóannes í Dali, sum í einum fyrispurningi vildi hava Bjørn Elmquist, at hyggja uppá eina sak, har ákæruvaldið hevur ákært hann fyri at hava ogna sær vápn uttan neyðug loyvir.
Frammanundan vita vit, at Jóannes í Dali, var karakter- og justitsmyrdur, av ákæru- og dómsvaldinum, men tað er serliga eitt skriv, sum advokaturin hjá Jóannes í Dali, Lars Borring, skrivar til Føroya rætt, sum fær Bjørn Elmquist, at stúrsa við. 

Her kemur greitt fram, at Rætturin jounglerer við journaliseringini, niðurleggur sakir, men heldur lív í teimum, krógvar skjøl fyri øðrum partinum, og journaliserar tey skeivt, og uppfinnur nýggj journalnummur. Tekur eina nýggja sak inn, at goyma í einari gamlari sak og so víðari.

Víst verður eisini til tríggjar rættarbøkur – ein frá 22. Juni, ein frá 26. Juli og eina rættarbók frá 1. August 2011. Advokaturin skrivar, at rætturin viðgerð sakirnar undir seks ymiskum numrum, 321, 331, 342, 350, og 353.

Haraftrat kemur, at tilfar, sum sent er rættinum, fær Jóannis ella advokaturin ikki, og í heila tikið má sigast, at talan er um eina rótibutikk, kemur greitt fram í brævinum til rættin, dagfest 29. Februar 2012, sum Bjørn Elmquist, fær innlit í, og gerst so sera skelkaður av arbeiðsháttinum hjá  ákæruvaldinum og rættarskipanini.

Tað er sera sjónligt, at ákæruvaldið og dómsvaldið ikki livir upp til tey góðskukrøv, sum krevjast í  slíkum málum, sigur Bjørn Elmquist. Rætturin setir seg afturá í lenistólinum, og sigur, at tað ikki eru vit, sum skulu gera arbeiði. Tað skal ákæruvaldið og verjin gera í felag.

Men, sigur Bjørn Elmquist, at tá ákæruvaldið ikki vil samskifta við verjan fyri at skera sakina til, so er tað uppgávan hjá rættinum,  at skera í gjøgnum, og tvinga partarnar til samstarv, og samstundis vísa, hvat sakin í veruleikanum snýr seg um. Men tað er ikki gjørt í hesi sakini, sigur tungvektarin, og vísir á, at hann er skelkaður, og sigur, at hann annars hevur havt nógvar og tungar sakir, eisini sakir um morð, men kennir ikki til slíkt svans.

Bjørn Elmquist, samanber støðuna í skjalinum við Bermuda trýkantin, har ymiskt blívir burtur, og vísir eisini á, at hann metir tað er greitt brot á artikul 6 í mannarættindakonventiónini, at ein persónur ikki greitt fær at vita, hvat hann er ákærdur fyri, og tí heldur ikki hevur møguleika at verja seg. Haraftrat hevur ein og hvør borgari, sambært artikul 6 rætt til ein habilan dómstól.

Verjuadvokaturin heldur, at tað skínur alt ov væl í gjøgnum, at onki skott er millum ákæruvald og dómsvald. ”De virker meget sammenspiste”, heldur Bjørn Elmquist, sum sigur, at hann annars ikki kennir  føroysk viðurskiftir frá øðrum enn hesum eina málinum, sjálvt um hann, tá hann var fólkatingslimur, fylgdi við í rættarpolitiskum viðurskiftum í Føroyum.

Bjørn Elmquist heldur tó, at tað hann hevur fingið innlit í er so skelkandi, at hann fegin stillar upp til pressuna, at gera viðmerkingar um hesi viðurskiftir, sum hann metir er til stóran skaða fyri  rættartrygdina, sum á henda hátt ikki styrkir um rættarkensluna hjá fólki.

Hesin framstandandi danski advokaturin, kundi tó ikki taka sakina í Føroyum, tí at tað tíðarmessigt ikki lá fyri, og haraftrat var hann á veg til Casablanca, tí har sat ein persónur fogslaður, sum hann hevði fingið til uppgávu at verja.

Sum skilst hava danskir journalistar víst málinum áhuga.