Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bjørghild beyð Kristiani vælkomnum

Fríggjadagin lat nýggj sálarfrøðistova upp í Kongagøtu 11. Tað er Kristian Eli Andersen, sum er autoriseraður og metakognitivur sálarfrøðingur, ið eigur og rekur viðgerðarstovuna.

Bjørghild Djurhuus, forkvinna í trivnaðarnevnd Tórshavnar býráðs, vitjaði inn á gólvið kommununar vegna og beyð Kristiani vælkomnum til Havnar, handaði blómur og frøddist samstundis um, at vælútbúgvin fólk velja at flyta heimaftur til Føroya.