Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bispur tikið avgerð í Klaksvíksstríðnum: Frídømdur

PERLA: Hesa kirkjugøluna, avdúkaði Oyggjatíðindi 9. mai, men málið byrjaði longu í 2006, tá kirkjuráðið í Klaksvík kallaði inn til fund. Undir punkt fimm í skránni verður Niels Pauli Danielsen, skuldsettur fyri óreglusemi, sum skal kannast. Men tað verður noktað, Niels Pauli Danielsen, sóknarpresti, at fáa innlit í skuldsetingar um rót í kirkjukassanum. Oyggjatíðindi 4. juli 2008.

Niels Pauli Danielsen segði seg ikki vita hvat málið snýr seg um; tí vil hann hava innlit í hesar skuldsetingar, segði hann við Oyggjatíðindi 9. mai 2008. Oyggjatíðindi veit, at umsókn um innlit varð ikki gingin honum á møti í skrivi úr bispagarðinum.

Málið, men ikki skuldsetingin, varð vtikin av skránni í kirkjuráðnum í Christianskirkjuni eftir boðum frá dómpróstinum, men tað var so áðrenn fundin í bispagarðinum mánadagin 5, mai.

- Hetta er eitt mál, sum eg arvaði við starvinum, segði pispur, Jógvan Fríðrikson við blaðið.

Sum blaðið skilti støðuna 9 mai, so var bispur meklari millum Niels Paula Danielsen øðrumegin, og Kirkjuráðið við Jørgen Ellingsgaard, hinumegin, sum er væl hjálptur av dómspróvstinum.

Bispur: - Tá málið varð tikið upp á kirkjuráðsfundi í Klaksvík, kundi dagsskráin verið nógv liðiligari, vísti Fríðrikson á, men samstundis staðfestir hann, at roknskapurin er góðkendur av sakkunnleikanum.

- Hartil kemur, at roknskapurin hevur onga átekning, sigur bispur, og staðfestir harvið óbeinleiðis, at skuldsetingin er grundleys. Men hann sigur tað ikki.

Hinvegis sigur bispur, at fyrisitingin kundi handlað øðrvísi í hesum málinum, og vóru ikki so nógv nøvn nevnd í sakini, so var onki í vegin fyri, at málið kundi verið lýst alment, segði bispur, sum nú hevur gjørt úrskurð, sum fullkomiliga reinsar Niels Paula Danielsen, fyri allar skuldsetingar.

Niðurstøðan er, at endamálið við orðingini av punkt 5 til kirkjuráðsfundin 5. desember 2006 var ikki at viðgera persónar, men at endurskoða mannagongdir í samband við verklig átøk, ið kosta og krevja pening. Málið er hervið endaliga avgreitt, stendur í greiðu niðurstøðuni frá Fríðriksson, bispi, sum m.a. grundgevur:

Tá kirkjuráðsfundurin varð settur, varð punkt 5 tikið av skránni eftir áheitan frá dómpróstinum:

Roknskapurin fyri árið 2006 er síðani farin ígjøgnum trý lið, ið øll hava góðkent hann. Eisini í árunum framman undan er roknskapurin góðkendur. So tað er einki mál, sigur bispur, ið eisini staðfestir:

Bispur Føroya hevur álit á teimum, ið umsita, hava eftirlit við og grannskoða roknskapin hjá fólkakirkjuni í Føroyum.

N.P.D. frídømdur!