Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Biskupsgarður liðugt umvældur

BYGGING: Meira enn tveir mánaðir áðrenn tíðarætlanina, eru Føroya Stiftsstjórn og Føroya Biskupur flutt inn aftur í Biskupsgarðin við Jóannesar Paturssonargøtu, eftir at ognin er umvæld frá grundini av.

Biskupsgarðurin, sum er bygdur umleið 1950, var slitin og ótíðarhóskandi. Tørvur var tí á at umvæla og nútímansgera garðin.

Føroya Stiftsstjórn og Landsverk fóru síðst í 2011 undir at fyrireika eina høvuðsvæling av garðinum, sum bæði hýsir dagliga virkseminum hjá Føroya Stiftsstjórn, ið er umsitingin hjá føroysku fólkakirkjuni, eins og at vera embætisbýli hjá Biskupi og familju hansara.

Umvælingin og umbyggingin hevur fevnt um umleið 450 fermetrar, sum eru høvuðsbygningur og tríggir síðubygningar, eins at víðka og skipa parkeringsøkið av nýggjum.

Farið varð undir umvæling og nýmótansgerð av Biskupsgarðinum í august í fjør. Arbeiðið hevur gingið væl, og Biskupur og starvsfólkini í Føroya Stiftsstjórn fluttu inn umleið tveir mánaðar áðrenn tíðarætlanina, ið varð sett til 1. august 2013.

Umvælingin hevur verið so mikið víttfevnandi, at mestsum bert stórviðurin stendur eftir frá gamla høvuðsbygninginum. Tó er sniðið í mestan mun varðveitt, hóast vindeyguni eru nýggj og meiri nýmótans. Miðað hevur eftir at raka sniðið frá teirri tíðini, Biskupsgarðurin varð bygdur.

Tað er Sp/f Valbjørn Dalsgarð, ið hevur staðið fyri arbeiðinum at umvæla og umbyggja Biskupsgarðin. Kostnaðarætlanin er 4,2 mió. krónur, tá ráðgeving ikki er íroknað. Ráðgevar hava verið Arkitektar 99.