Birkilund byggjast av nýggjum
Mentamálanevndin í Tórshavnar býráð hevur einmælt samtykt at mæla býráðnum til at taka dagsstovnin Birkilund við Hoyvíksvegin niður.
Stovnurin er so illa farin, at tað verður hildið at loysa seg betur at gera hann heilt av nýggjum, enn fara undir umvælingar, sum eru torførar at meta um.
Tórshavnar kommuna hevur yvirtikið dagstovnin frá einum sjálvsognarstovni, og nú hann varð gjølla kannaður eftir trupulleikar við eitt nú inniluftini, vísir tað seg, at ein høvuðsumvæling verður mett til 22 milliónir krónur, meðan nýbygging verður mett at fara upp um 30 milliónir krónur.
Við fíggarligu royndunum av at umvæla ein dagstovn í Hoyvík, sum eisini hevði havt trupulleikar av lekum í mong ár, í huga, halda hvørki umsiting ella mentamálanevnd tað vera ráðiligt at dúva upp á umvæling, tí slíkar kostnaðarmetingar eru torførar at gera og kunna vera svikaligar.
Fyrimunur við at byggja nýtt er eisini, at kommunan fær ein dagstovn, sum livir upp til dagsins krøv í allar mátar. Tað veri seg við tilfari, innrætting til tey pædagogisku krøvini og útgerð annars so sum hitaverki og luftskifti.
Stovnurin er stórur og varð bygdur tíðliga í áttatiárunum. Har hava verið eini 100 børn, men hetta er bara annar av tveimum dagstovnum í øllum Eysturbýnum, har nógvar ungar familjur hava búsett seg í seinastuni.
Mentamálanevndin mælir eisini til at játta pening til og seta bygginevnd at fara undir at fyrireika nýbyggingina, sum ætlandi skal fremjast í 2013 og 2014.
Fleiri børn verða ikki tikin inn á stovnin hesa tíðina, og tey, sum eru har nú, fara at halda til í øðrum hølum eftir summarfrítíðina.
Jógvan Arge,
formaður í mentamálanevndini