Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Birgar stavast við F

Í dópsbrævinum stendur Fritleif Birgar Johannessen. Tað varð eisini sett á valevnislistan og endaði soleiðis, sum eisini rætt er, á atkvøðuseðlinum. 

Vinarliga hýs okkum hesi rættleiðing:

Men tað margháttliga og kanska eitt sindur óhepna við hesum er, at tá fólk kom í Snarskivuna at greiða brævatkvøðu, høvdu tey ilt við at finna Birgar. Hann goymdi seg aftan fyri Fritleif.

”Eg helt at tú stillaði upp Birgar” segði onkur, ið kom á gátt í býarsavninum.

”Tað geri eg eisini” helt Birgar fyri.

”Nei tú…” og soleiðis kom hendan pussiheitin undan kavi, sum dunna í Havnará.
 
Nú á døgum vita havnarfólk ikki, hvør ið Fritleif er, ímeðan fleiri hava eina hóming av, hvør ið Birgar er. Vit harmast um at fólk verða forvirraði av, at Birgar stavast við F, men nú kenna tit samanhangin.
 
Poul Clementsen, skrivari í Framsókn

Hjáløgd er mynd av Fritleif Birgari

----------------

Ókeypis valgreinar

Eg havi fyrr upplýst, at tað onki kostar at skriva valgreinar til okkara portal, men langt frá øll hava skilt hetta.

Tá so kortini onkur valgrein dettur inn, verður tað nevnt kunningarskriv, tíðindaskriv ella okkurt annað.

Tey, sum stilla upp til valið, gera sær sjálvum/ari eina "bjarnatænastu" við ikki at røkka øllum portalum, men tað stendur sjálvandi øllum valevnum frítt fyri ikki at gera brúk av teimum møguleikum, sum eru í valstríðnum.

Annars gott val.

Oyggjatíðindi