Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Biologiska mamman hótt við lívinum

Biologiska mamman til barnið, sum er umrøtt í kanningini hjá sálarfrøðinginum, sum varð kunngjørd her á síðuni,  25. mars 2016, varð um páskahalguna fyri óhugnaligari hending. Hon varð hótt við lívinum, men løgreglan valdi ikki at hjálpa.

Hon varð hótt við lívinum av teimum persónum, sum hava følt seg rakt av kanningini. Fólk, sum kenna biologisku mammuna, valdu at ringja til løgregluna og melda tilburðin, men løgreglan valdi at langa telefonina á  fyri at sleppa undan at gera nakað við deyðshóttanina.

Líka síðani greinin kom í blaðið hevur biologiska mamman verið forfylgt av teimum, sum valdu at koma til vágarnar. Tá biologiska mamman fór út í tún at rópa hundin inn, stóðu tey har, og hóttu hana við lívinum. Hesar hóttanir hava hildið áfram á ymiskum síðum á sosialu miðlunum, har tað eisini er upplýst, at Oyggjatíðindi, hevur fingið bót fyri at lýsa frágreiðingina um barnið.

Men hetta er ikki rætt, sigur Dan Klein, blaðstjóri. Hann vísir á, at hann er hóttur bæði skrivliga, og eisini gjøgnum telefon. Hann hevur m.a. fingið at vita, at hann er meldaður til løgregluna fyri at lýsa neyðstøðuna hjá einum barni, enntá við einum skjali hjá Barnaverndarstovu Føroya, hóast frágreiðingin bæði er send til Barnaverndina í Havn, og til Ríkisumboðið.

Biologiska mamman er hjartkipt, og veit ikki nær næsta álopið á hana kemur. Hon er stúrin, og skilir ikki hví ongin hjálp er at fáa frá myndugleikunum, hóast hon onga ábyrgd hevur av tí, sum nú er hent.

Biologiska mamman hevði onga ávirkan á  kanningina av hennara egna barni. Tað var fosturmamman, sum hevði fráboðað Barnaverndarstovu Føroya,  sera álvarsamar umstøður hjá barninum, sum myndugleikin síðani metti vera neyðugt, at sálarfrøðingur kannaði og gjørdi eina niðurstøðu um.

Sálarfrøðingurin kom til ta niðurstøðu, at málið var so grovt, at hetta átti at meldast til løgregluna í 2008, men ikki fyrr enn í 2011 komu boð frá løgregluni um, at málið varð slept. Ongin onnur frágreiðing er okkum vitandi komin fram, tó at tey, sum hava borið hóttanir fram í móti blaðnum hava sagt seg vilja koma við skjølum, sum bara ikki eru komin fram.

Hetta fær onnur at stúra, tí í sama umhvørvi er eitt annað barn í pleygu.

Spurningurin er so um løgreglan verjir sína egnu støðu við ikki at taka eitt mál upp, har fólk verða hótt við lívinum.

Biologiska mamman er so hótt við lívinum. Hon fekk onga hjálp frá løgregluni. Spurningurin er sjálvsagdur: 

HVÍ?!

-----------

Lesið eisini: http://www.oyggjatidindi.com/pedofilar+hava+fritt+spael.html