Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BILLY GRAHAM - jarðarferð

Mikudagin 21. februar, komu boðini, at heimskendi evangelisturin Billy Graham er deyður. 

Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
gjaranes@gmail.com

Skrivað: 01.02.2018

Tíðindini fóru sum skógareldur um alllan heim, og nógv hevur verið gjørt burtur úr minninum eftir Billy Graham í altjóða miðlunum síðani tíðindini bórust.

Hvítu Húsini í Washington DC, har Billy Graham hevur verið andaligi ráðgevin hjá fleiri av forsetunum, tók samband við familjuna við tað sama við samkensluheilsan, har Amerikanska Stjórnin úttrykti ynski fyri familjuni at kistan varð sett til heiðurs í stóra runda Capitol-salinum, ikki langt frá Hvítu Húsunum. 

CAPITOL ROTUNDA – “TO LIE IN HONOR”
Tá kistan varð borin inn í Capitol-salin, vanliga róptur Capitol Rotunda, mikumorgunin 28. februar, varð kistan móttikin av Donald Trump forseta og konu hansara Melaniu Trump, og av varaforsetahjúnunum Karin og Mike Pense, har eisini umboð fyri republikanarar og demokratar tóku ímóti, og eitt stórt tal av diplomatum.   

Allan mikudagin, 28. februar, lá kistan við Billy Graham til heiðurs í Capitol-salinum, har Amerikanarar í túsundatali gingu framvið kistuni til tess at vísa evangelistinum takksemi og heiður. 

JARÐARFERÐIN
Billy Grahamfór til grava, fríggjadagin 02. februar, kl.1700 føroyska tíð. Billy Graham varð jarðaður í einum gravstaði, eisini kallað Bønarstaðið, sum hoyrir til Billy-Graham-Savnið, í býnum Charlotte í North Carolina, har kona hansara eisini liggur grivin. Samverkamenn hansara, Cliff Barrows og solosangarin George Beverly Shea, eru eisini jarðaðir á hesum gravstaði.

EVANGELISKIR TÓNAR
Billy Graham hevði ynskt, at jarðarferðin skuldi vera ein løta har talan og sangurin avspegla evangeliska boðskapin og sangin, sum altið var høvuðsinnihaldið í hansara mongu fundarøðum kring heimin. Tað var sonurin, Franklin Graham, sum helt høvuðsprædikuna.

FØROYSK UMBOÐAN 
Tað vóru bodnir 2.300 gestir, at vera við til jarðarferðina, sum komu at sita í einum stórum tjaldi, ið er reist á gravstaðnum. Tvey umboð fyri Føroyar vóru eisini boðin at vera við.