Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BILLY GRAHAM - 100 ár

Heimskendi evangelisturin Billy Graham, sum andaðist fyrr í ár, vildi kunna feirað sín 100 ára føðingardag seinasta mikudag 07. januar. Sonur hansara, Franklin Graham, sum vitjaði í Føroyum í juni 2015, sigur á sínum facebookvanga á føðingardegnum, at familja, vinir og kenningar minnast pápa hansara í dag á stóra Billy Graham Bókasavninum í Charlotte í North Carolina. 

Kristiliga Tíðindatænastan v/pjd
gjaranes@gmail.com
Skrivað: Poul Jóhan Djurhuus 07.11.18 

Ein bakari, sum er vinur av familjuni, hevur bakað eina risastóra lagkøku við eini mynd av Billy Graham, sum verður serverað til ein drekkamunn til tey, sum koma inn á gólvið at minnast Billy  saman við Familjuni. 

Franklin skrivar um pápa sín í einum tíðindaskrivi: “Vit minnast veruliga í dag, hvussu Gud kundi brúka lívið hjá einum vanligum bóndasyni at náa allan heimin við góðu tíðindunum um Jesus Kristus. Vit vita, at just hesa løtuna er Billy Graham meiri á lívi enn nakrantíð – hann er í Himli saman við sínum  Frelsara, sum hann tænti og elskaði alt sítt lív.”  Franklin leggur afturat, “at um tú ert í býnum í dag, so ert tú vælkomin inn á gólvið á Bókasavninum.”