Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eitt ferðalag, sum fór til Danmarkar at dystast við Haldor Holm sum ferðaleiðara.

Billardið í Klaksvík flytur heimaftur

Haldor Holm, sum varð ein av stigtakarunum til at menna føroyska billardspælið, hevði fylt 100 ár í hesum árinum, um hann hevði verið á lívið.

Sum ein minnisvarða yvir slóðbrótandi arbeiðið hjá Haldor Holm fingu billardspælarar í 1989 í lag Haldor Holm Cup. Tað er ein kapping, sum hevur verið livandi síðani. Umframt at spælt verður um at fáa heitið sum landsins besti, verður eisini lagt fyri til tess at fáa sítt navn graverað í risastóra Haldor Holm steypið.

Hetta hendir fyri 24. ferð komandi vikuskiftið í nýggja billardhølinum í gamla Klaksvíkar Klubba.

Stór eygu

Tað vóru stór eygu, sum herfyri fylgdu flutninginum av tveimum risa borðum úr húsum á Nýggjavegi í Klaksvík til eitt annað kent hús í grannalagnum. Talan var um aldargamla og seiga billardborðið hjá táverandi Klaksvíkar Klubba og í dag hjá Klaksvíkar Billardfelag, sum er komið heimaftur í orðsins rætta týdningi.

Hóast lítið so man Klaksvíkar Billardfelag vera eitt av teimum mest virknu frítíðarfeløgunum í Klaksvík og heilt greitt sjálvur motorurin í billardspælinum í Føroyum í mong mong ár. Ágrýtnu limirnir hava eisini tryggjað billardspælinum innivist í ÍSF.

Nú um dagarnar kundi felagið so flyta úr leigaðu hølunum á Nýggjavegi og aftur til gamla heimstaðið, hølini í Uppsalagøtu, har Klakvíkar Klubbi helt til í eitt mannaminni.

Tað var her, at so frægir billardspælarar sum Haldor Holm, Jógvan Vágsheyg, Gothard Olsen, Jógvan á Høvdanum, Kristian Olsen og mangir aðrir traðkaðu sínar billardskógvar – til í dag, har Sonhard Johannessen, Kristian Sune Høgnesen og Hallur Joensen eru í velmaktini og bera arvin víðari til komandi ættarlið av billardspælarum.

Nýggju hølini teimum er unt at húsast í eru eisini orsøkin til, at billardspæl verður partur av undirvísingini í kvøldskúlanum í Klaksvík komandi ár. Her grør um gangandi fót má sigast. Klaksvíkar kommuna hugsar bæði um vinnuna, mentanina og um ítróttina. Ivasom framtíð men tó..

Um somu tíð sum billardspælinum í Føroyum hevur verið spátt eina ivasama framtíð, tí fleiri av gomlu feløgunum so sum Mimir, Kaggin, Tórshøll, Marinustøðin, Mjørkadalur og Vágs Billardfelag ikki eru til longur, so kemur Klaksvíkar Billardfelag ríðandi við galloppferð og letur upp heilt nýggjar dyr til tann spennandi billardheimin.

Og neyvan er nakað at ivast í, at tað er alskurin til hetta edla spæl, sum vit eisini javnan síggja á sjónvarpsskíggjanum, tó sum Snooker, ið heldur øllum gangandi. Mangir og ymiskir hava persónarnir verið rundan um billardborðini kring landið seinastu mongu árini, frá Poul á Borð, Gunder Johanson, Viggo Planck og Eiriki Nielsen hjá aldursforsetanum Havnar Klubba, til kend nøvn í Tvøroyrar og Klaksvíkar Klubba, ið heldur ikki eru millum okkum longur.

Men maður kemur í mans stað verður sagt, og tað er eisini veruleiki í føroyska billardheiminum, har fleiri nýggir spælarar gera seg galdandi við framúr góðum spæli.

Eldsálirnar

Men einki billard uttan eldsálirnar handan leiktjøldini, og uttan at taka nakað frá øðrum billardplássum kring landið, so er ikki ov nógv gjørt av, tá vit nettupp í hesum døgum peika á júst Klaksvíkina, sum tað føroyska billardmekkaðið.

At trúføstu billardfólkini í Klaksvík nú kunnu venda heimaftur og aftur merkja angan av billardkriti og larmin av fallandi keylum er einki minni enn eitt kærkomið bragd, um ein so kann siga. At Klaksvíkar Kommuna, sum hevur tikið sær av hølunum og nú latið dyrnar upp fyri billardspælinum, er eitt stig, sum allir billardsspælarar kring Føroya land fegnast um.

Stór kapping um vikuskiftið

Og hetta verða bæði myndugleikar og billardáhugað at sanna og uppliva, nú Haldor Holm kappingin verður í Klaksvík komandi vikuskifti.

At Klaksvíkar Billardfelag, sum Haldor Holm, sáli varð so góður við eins og fótbóltslið norðoyinga, KÌ, nú skal vera vertur fyri tí 24. Haldor Holm Cup kappingini í gomlu billardhølunum – og tað entá um sama mundið, sum tað eru liðin 100 ár, síðani tann litfægra og sjáldsama býarmyndin, varð fødd, er at meta sum einki minni enn ein dreymur, ið gongur út.

Tann gamli bakarin og fólkavinurin, sum fekk fremstu donsku billardspælararnar ,Søren Søgaard og Jørgen Kock til Føroya at vísa fram síni kynstur og sum tók stig til at fara til Danmarkar við føroyskum billardliði at dystast, hevði verið errin, um hann upplivdi hesa løtuna.

Fríggjadagin og leygardagin kunnu 8 av landsins bestu billardspælarum dystast í “nýggju” Klubbahølunum, sum í dag hevur tvey billardborð. Kappingin varð spæld fyrstu ferð í 1989.

Billardsamband Føroya fekk tá eitt stórt steyp frá hotellinum við Oyggjarvegin at dystast um og varð gjørt av saman við billardnevndini í Klaksvíkar Klubba, at steypið skuldi hava fastan heimstað í Klaksvík og verða uppkallað eftir Haldor Holm, ið tá enn var á lívið. Hetta fyri at heiðra hansara innsats fyri billardinum. Haldor slapp at uppliva tvær kappingar.

Hugskotið aftanfyri kappingina var at savna landsins bestu spælarar undan millumfelags kappingini til eitt slag av upphiting og her finna landsins bestu spælarar. Tað skuldi so vera við til at eggja monnum til eina spennandi og góða komandi Føroyameistarakapping. Og væl hevur gingið í hond øll árini. Bara eitt árið var eingin kapping. Og mangir eru vinnararnir, frá Jan Müller og Eiriki Nielsen til Kristian Suna Høgnesen og Hall Joensen.

Og veruliga hugaligt er at síggja, hvussu sterkir flestu av spælarunum, sum eru við til ársins Haldor Holm Cup, eru vorðnir. Flestu teirra hava væl omanfyri 24 eygu í meðal, onkur nærkast teimum 30 eygunum í meðal, sum varð heilt óhoyrt fyri fáum árum síðani.

So her verður talan um eina rimmar kapping, ið eisini sømir seg bæði 100 ára føðingarárinum hjá Haldor Holm, sála og tí sannroynd, at billardspælarar í Klaksvík og haraftrat í øllum landinum hava fingið eina veruliga billardháborg at leita sær til. Billardið er av álvara komið heimaftur til gamla billardmekkaðið hjá Haldor Holm, sála. Tillukku við hølunum og góða kapping.

Tað eru teir fimm bestu spælararnir frá seinastu FM kapping, sum eru við umframt tríggir aftrat, nú 100 ár eru liðin, síðani Haldor Holm varð føddur. Hugaligt er at merkja sær, at allir tríggir oddaspælararnir úr heimbýi Haldors, Klaksvík, eru við. Haraftrat koma spælarar úr Fuglafirði, Tórshavn og Tvøroyri. Fýra teir bestu fara víðari til finaluumfarið. Í kappingini eru tað eyguni, sum telja og ikki vunnin dystur. Bólkarnir eru:

Jákup Baldvinson, 28,07 eygu í meðal

Hallur Joensen 24.63

Niels Nielsen, 22,39

Sonhard Johannessen 19.62

Páll Heri Nolsøe 28,59

Kristian Sune Høgnesen, 24.88

Max Rasmussen, 22,34

Jógvan Jørgensen 20,28

Haldor Holm Cup 1989 – 2012

Ár Vinnari

1989 Jan Müller

1990 Rene Sørensen

1991 Rene Sørensen

1992 Jan Müller

1993 Eirikur Nielsen

1994 Henrik Pedersen

1995 Henrik Pedersen

1996 Henrik Pedersen

1997 Henrik Pedersen

1998 Henrik Pedersen

1999 Henrik Pedersen

2000 Ongin kapping

2001 Kristian Suni Høgnesen

2002 Ólavur Kjølbro

2003 Kristian Suni Høgnesen

2004 Henrik Pedersen

2005 Kristian Suni Høgnesen

2006 Bjarni Skålum

2007 Kristian Suni Høgnesen

2008 Hallur Joensen

2009 Kristian Suni Høgnesen

2010 Kristian Suni Høgnesen

2011 Hallur Joensen

2012 Hallur Joensen

-----

Myndirnar eru frá flyting av billardborðunum til nýggju hølini í gamla Klaksvikar Klubba, umvælingini av hølunum og uppsetan av borðunum har.

Eisini vísa myndirnar Haldor Holm við billardborðið og eitt ferðalag, sum fór til Danmarkar at dystast við Haldor Holm sum ferðaleiðara.

Myndatøka Karl Martin Samuelsen og Jan Müller.