Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bill reisir málið í løgtinginum

Perla: Miðflokkurin hevur fleiri ferðirnar reist spurningin um at hjálpa neyðstøddu, sum flýddu. Nú ger hann tað aftur við at seta fyrispurning fram í løgtinginum. Hetta mál hevur stóran áhuga millum tingfólk, hava vit skilt.... Oyggjatíðindi 8. september 2004.

- Føroya Banki fekk eina innspræning uppá 1,5 milliard fyri m.a. at hjálpa teimum, sum yvir eina nátt fingu at vita, at hús teirra nærum vóru virðisleys og tí fóru á heysin.

Bankin setti stórar upphæddir av móti tapi hjá hesum skuldarum, sum bankin tó hevur lukererað uppá líka síðani, og fingið stórar upphæddir innaftur í kassan, uttan at tey neyðstøddu fingu hjálpina.

At føroyingar í Danmark líka síðani 2001 eru skrásett hjá Ribers, visti eg ikki, og eg ætli mær í fyrstu syftu at reisa munnligan fyrispurning um hetta mál, sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður hjá Miðflokkinum.

Sum skilst skal Bill Justinussen seta fyrispurningin fram í løgtinginum í dag, men tá Innlendismálaráðið sigur seg onki hava við hetta mál at gera, má so umhugsast, at fyrispurningurin eigur at verða settur løgmanni.

Undir øllum umstøðum kann Oyggjatíðindi í dag prógva við skali frá Ribers til navngivnan føroying, sum fluttur var til Danmarkar, at Føroya Banki hevur skrásett viðkomandi.

Í fylgiskrivi til skjalið frá Ribers, sigur Sigrid P. Andreasen, at Ribers Kredit registrerar øll í húsinum, so hvørki maður ella børn fáa kreditt, uttan mun til, at bara ein persónur í húsunum skyldar pening.

Men tað prinsipiella í hesum málinum er, at Føroya Banki hevur ikki fingið loyvi frá Dátueftirlitinum, at skráseta Sigrid P. Andreasen.

Hetta prógv kemur Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka, sjálvur við í svarinum til Oyggjatíðindi.

Men Jørn Astrup Hansen, stjóri, skrivar m.a. soleiðis í svarinum til okkum:

at banken helt tilbage i 2001 gav Skrásetingareftirlitið en redegørelse for forholdet til RKI. Redegørelsen gav ikke Skrásetingareftirlitið anledning til bemærkninger.

Men lógin er náðileys. Tað skal meira til enn bara at kunnað Dátueftirlitið um skrásetingina.

Har krevst eitt beinleiðis loyvi, men bankin má halda seg vera hevjaðan uppum lógina, og tí ger akkurát, sum hann sjálvur vil:

Skráir, ið verða førdar til at geva lánupplýsing, at ávara onnur móti handilssambandi við ella starvsviðurskifti hjá einum skrásettum, er einans loyvt at stovna eftir góðkenning frá skrásetingareftirlitinum".

Nú skal antin Jógvan við Keldu ella løgmaður svara uppá hví Føroya Banki, og sannlíkt eisini Føroya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi, sleppa at skráseta føroyingar í útlegd, hjá Ribers uttanum lógina, og um hví slíkt ikki fær avleiðingar.

Tað er tíðiligt, at advokaturin, sum umsitur lógina um Skráseting er komin í klemmu.

Turid Debes Hentze, hevur antin sovið í tímanum, ella eisini bara latið staðið til.Tað er nógv sum bendir á, at bankin hevur ikki havt fyri neyðini at hugd eftir lógartekstinum, men hevur í staðin valt at hava gott tak á teimum, sum umsita lógina.

Væntandi fáa føroyingar svar í løgtinginum um, hví Føroya Banki, og hinir peningastovnarnir, sleppa við at próta lógina, sum annars er klokkuklár:

Høgni Hoydal sigur, at tá lógin var til viðgerðar, var júst skrásetingin hjá Ribers havd á lofti, og tá varð eisini staðfest, at onki mátti skrásetast uttan serligt loyvi frá Dátueftirlitinum, og soleiðis sigur lógin eisini.

Sum tað sæst aðrastaðir, so hevur Norðoya Sparikassi sagt, at teir hvørki hava skrásett og tíansheldur hava brúkt Ribers-upplýsingar.

Føroya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi, hava, við síni tøgn staðfest, at teir hava gjørt tað sama sum Føroya Banki.

-------------

Sum so nógv annað, fekk hetta sera prinsipiella og týdningarmikla mál bert umtalu, men onga loysn. Fyrispurningurin var tí meira at kalla popolistiskur, eitt einkisigandi signalhorn til tey veikastu um, at tey nú vóru brúkt í politiska spælinum, ið kallast "blindabukkur".

Dan Klein.