Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bill Justinussen nýggjur næstformaður í Útnorðurráðnum

Bill Justinussen, løgtingsmaður, er valdur til formann fyri føroysku sendinevndina í Útnorðurráðnum. Eftir avtalu sínámillum tekur hann yvir starvið frá Henrik Old, løgtingsmanni, som hevur verið formaður síðan løgtingsvalið í oktober 2011.

Formaðurin í føroysku sendinevndini situr í formansskapinum í Útnorðurráðnum, og er Bill Justinussen tí næstformaður Útnorðurráðnum.

Í formansskapinum sita eisini Josef Motzfeldt, formaður, sum er formaður fyri Inatsisartut og Ólína Þorvarðardóttir, næstformaður, limur í Altinginum.

Bill Justinussen er limur í Løgtinginum fyri Miðflokkin. Bill var landsstýrismaður í familju- og heilsumálum 2002-2004. Hann hevur verið løgtingsmaður síðan 2004 og limur í Útnorðurráðnum síðan 2011. Hann hevur verið limur í Fíggjarnevnd Løgtingsins síðan 2008, limur í Trivnaðarnevndini síðan 2011. Hann var formaður í Løgtingsins mentanarnevnd í 2008 og limur í skúlastýrinum fyri Runavíkar kommunuskúla frá 2002-2008.

Vedlagt er et billede, som frit må benyttes, af Vestnordisk Råds Præsidium, f.v. formand Josef Motzfeldt formand for Inatsisartut samt viceformænd Ólína Þorvarðardóttir altingsmedlem og Bill Justinussen lagtingsmedlem.