Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bill, Jesus og Jørgin

Bill framhevar í miðlunum um nýggjárið týdningin av einum persónligum møti við Jesus. Hetta kann vera so, men so skal tað eisini vera Hann við kærleiksboðunum, har trúgv og gerningar hanga óloysiligt saman, tí trúgv uttan kærleiksgerningar er ikki bara deyð, men steindeyð.

Vit eru í tí hepnu støðu, at vit bæði kunnu síggja og hoyra, hvat Bill hevur verið við og lagt navn til at framt av órættvísi í høgraradikalu samgonguni við stórum skattalættum og serligum rættindum til tey útvaldu og frammanundan múgvandi serliga vinir og kenningar ella brøður, meðan Palleba og Marsanna saman við teimum á niðastu rókum konsekvent eru vorðin kúgaði, soleiðis at mong av hesum hava havt stórar trupulleikar við at skaffa sær og sínum til dagligt breyð. Alt fleiri øtast og korsa seg.

Eingin kærleiki – bert kuldi.

Ilt er at skilja, hvat Bill vil, tí tann Jesus, ið Bill fylgir , sær út til at vera ein transformeraður Jørgin. At fylgja honum -boðar frá øllum øðrum enn tí góða.

Vónandi vaknar Bill, áðrenn tað er ov seint, og áðrenn hann fær tikið onnur við í fallið.

Dagfinnur Danbjørg.