Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bíligari internetnýtsla uttanlands

Vodafone lækkar prísin á internetnýtsluni við upp til 80% í 33 londum í Evropa.

Kundar við føstum haldi frá Vodafone rinda nú 39 kr. fyri hvørji 10 MB í mun til 200 kr., sum tað kostaði áður.

Rákið vísir, at alsamt fleiri ynskja at brúka internetið á fartelefonini meðan tey eru uttanlands, men kostnaðurin hevur hildið nógvum aftur í at brúka hetta.

- Vit fegnast um at hava fingið munandi betri prísir frá samstarvsfeløgum kring Evropa og hetta ynskja vit, at kundarnir skulu fáa gleði av, sigur Suni Justinussen, sølu- og marknaðarstjóri hjá Vodafone.

Við Data Traveller frá Vodafone verður tað nógv lættari at halda skil á internetnýtsluni, tá ið tú ert uttanlands, tí tú fært eini sms-boð fyri hvørjar 300 kr., ið tú brúkar. Tó, so eru hesi sms-boðini vegleiðandi, tí tey sendast út við eini seinkan á 15 min.

- Vit uppliva javnan, at fólk fáa stórar rokningar fyri internetnýtslu, tá ið tey eru uttanlands og við at lækka prísin og samstundis geva kundunum vegleiðandi sms-boð um nýtsluna, vóna vit, at fólk fáa gleði av at brúka internetið á telefonini, tá ið tey eru uttanlands, sigur Suni Justinussen.

Niðanfyri eru nøkur dømir um, hvat 10MB kunnu brúkast til. Tú kanst

- leggja 25 myndir á Instagram, meðan tú vitjar Eiffel tornið í París

- vera á Facebook áleið 15 min., meðan tú sólar tær á eini strond í Barcelona

- senda upp til 400 teldupostar til vinir og kenningar, meðan tú ert í Legoland

- brúka 10 minuttir á Google Maps fyri at finna, hvar skeiva tornið í Pisa er

Data Traveller verður sjálvvirkandi galdandi fyri allar kundar hjá Vodafone við føstum haldi og tí verður ikki neyðugt at melda seg til tænastuna. Tænastan er galdandi í 33 londum í Evropa.

Les meira um Data Traveller á www.vodafone.fo.

Vodafone