Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bíliga loftvegis - ein fólkarættur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard:

Hósdagin sendir kringvarpið dokumentarsendingina um dýra sambandið millum Føroyar og útheimin loftvegis. Hetta er ein sending, sum fer at venda hesum spurningi og eisini fer at viðgera spurningin djúpari enn bara krónur og oyrur.

Sjálvur hevði eg hendan spurning frammi í valstríðnum, tað rakk til ein hálvan tingsess og sostatt ikki nóg langt.

Undir valstríðnum kom eisini fram, at landsstýrið hevur játtað, at ein nevnd skuldi kanna, hvussu Atlantic Airways kundi keypast aftur og gerast alment. Og harvið eisini at fáa prísleguna niður á eitt støði, har øll hava ráð at ferðast.

Argumentini í móti at gera flogfelagið alment aftur hava millum annað verið, at tað er at leggja seg út í privata vinnu og talan er enntá um eitt felag, sum er skrásett í partabrævaskálanum í Oslo. Tað vil siga, at skeivt er at brúka almennar pengar upp á eitt privat felag

Og ketan hoppar av, tá vit vita, at gott nokk er talan um eitt alment, privat felag, men felagið er i eini monopolstøðu og er einsamalt og uttan kapping á Føroyaleiðini og hevur sostatt slett ikki somu arbeiðsumstøður sum onnur flogfeløg úti i heimi.

Bakkafrost er eisini skrásett á børsinum i Oslo, og Bakkafrost skal vísa sítt dugnasemi í harðari kapping við aðrar allirisar úti í heimi. Tað sleppur Atlantic í verandi støðu frá.

Ein fólkarættur

Seinastu tíggju árini er ferðingarmynstrið loftvegis kring allan heim broytt til tað ókenniliga. Prísirnir eru lækkaðir munandi og vanlig fólk hava í dag ráð at ferðast. Fleiri og fleiri lágprísfeløg eru komin á marknaðin og tað ber til í dag at ferðast fyri næstan einki í mun til fyrr.

Og føroyingar eru eftirbátur á hesum økinum. Vit hava framvegis alt ov høgar prísir á føroyaleiðini, og um tú ikki er í øgiliga góðari tíð, kostar tað eins nógv at koma millum Føroyar og Keypmannahavn, sum tað ger at fara úr Keypmannahavn og til fjarastu lond í heiminum. Tað er leiðin millum Føroyar og Danmark, sum er fløskuhálsurin til ein annars opnan heim.

Vit skulu hugsa ferðasambandið til Danmarkar sum ein motorveg út í heim. Tað hevur eins stóran týdning fyri føroyingar at koma trygt og bíligt fram millum Føroyar og útheimin og tað er at ferðast innanlendis. Tað er ongin, sum mótmælir, at skattgjaldarin rindar í ólukkumát fyri at suðuroyingar kunnu koma fyri ein rímiligan penga til miðstaðarøkið. Hvat er munurin á Suðuroyarleiðini og leiðini út í heim loftvegis?

Frí kapping ella alment

Jóhan Dahl hevur sýnt dirvið og hevur kallað ein spaka fyri ein spaka í okkara loftvegis ferðasambandi, og løgmaður hevur lovað at taka hendan spurning upp í samgonguni.

Tað er skilagott at vita, um økt kapping á leiðini vil fáa prísin niður. Um ikki, tá verður landið noytt at taka um endan og lata vegin upp út í heim, eins og vegirnir eru opnir innanlendis og ein frítt kann koyra aftur og fram, tó við gjaldi í undirsjóvartunlum.

Vit eru knýtt at útheiminum og hava verið tað seinastu mongu árini. Ein stórur partur av føroyingum nema sær útbugving í Danmark. Ein rúgva av føroyingum búgva niðri. Skal trivnaður vera í Føroyum, mugu vit eisini hava samband til okkara landsmenn í Danmark og víðari út í heim. Og tað hevur alstóran týdning fyri, at tey ungu sum lesa uttanlands ikki missa sambandið til heimlandið, at tey, tá tað passar teimum kunnu koma heim at vitja.

Bíligt ferðasamband millum Føroyar og útheimin er ein fólkarættur, sum ikki er eitt politiskt mál hjá nøkrum einstøkum flokki, tað eru allir føroyingar sum ynskja hetta, ella í hvussu er øll, sum ikki hava pengar í klemmu sum eigarar av Atlantic Airways.