Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bílig útlendsk arbeiðsmegi fingið fótafesti á evropeiska meginlandinum

Føroya Fiskimannafelag hevði aðalfund 28. desember 2012:

Føroya Fiskimannafelag hevur seinastu árini vunnið fleiri týdningarmiklar sigrar, men harðar orrustur hómast eisini fyri framman, serliga tá tað snýr seg um at standa ímóti royndunum hjá summum reiðarum at býta organiseraðar føroyskar fiskimenn út við bíliga, útlendska arbeiðsmegi.

Tað legði fiskimannafelagsformaðurin, Jan Højgaard, dent á í síni formansfrágreiðing á landsfundinum hjá Føroya Fiskimannafelag.

Formaðurin vísti á dømi, har reiðarar hava roynt at syndra samstarvið og samanhaldið millum manningarfeløgini til tess at loyva útlendskari arbeiðsmegi umborð á skipini gjøgnum bakdyrnar.

- Men felagið hevur megnað at staðið ímóti hesum spjaðingarroyndum við at seta hart ímóti hørðum, og tað fara vit framhaldandi at gera. Fiskimannafelagið fer eisini fram eftir - uttan drál og við allari tess megi - at berjast móti øllum royndum at kollrenna felagið og sleppa uttan um galdandi avtalur og sáttmálar, segði Jan Højgaard.

Formaðurin vísti á, at gongdin við bíligari útlendskari arbeiðsmegi hevur fingið fótafesti á evropeiska meginlandinum, har fakfelagsrørslan ikki hevur reagerað nóg skjótt og víst neyðuga samanhaldið. Tí legði formaðurin stóran dent á limaskapin í Samtak.

- Tað er púra vist, at teir heilt stóru bardagarnir, har týdningurin av skipaðum samanhaldi millum fakfeløgini av álvara fer at koma til sjóndar, liggja fyri framman, segði felagsformaðurin.