BÍBLIU- OG TÓNLEIKACRUISE VIÐ NORRØNU Ein ferð, sum gevur meining
Aftur í ár verður Bíbliu- og Tónleikacruiseferð við Norrønu millum Havnina og Hirtshals 16 til 19 august. Fyrstu ferð ein slík ferð varð gjørd var til íslands í 2010. Teir fyrstu tríggir túrarnir vóru til íslands, men síðani hava allar Bíbliu- og Tónleikaferðirnar verið millum Havnina og Hirtshals. Fyrireikararnir vóna, at ferðirnar til Íslands verða skjótt tiknar uppaftur.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
v/poul jóhan djurhuus
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Skrivað: pjd, Glyvrar 25.02.2020
Túrurin í ár er nr. 10. Undirtøkan hevur verið góð á øllum túrunum, og prísurin hevur verið nøktandi, har allar máltíðirnar altið hava verið íroknaðar.
Aftur í ár verður lýst við Bíbliu- og Tónleikaferð, har bæði bíbliutímar, fyrilestrar og tónleikur verður at hoyra. Tað verða Rógvi Joensen og Poul Færø, báðir úr Klaksvík, sum koma at hava bíbliutímarnar umborð. Elsa Djurhuus, sum er donsk, men búsitandi í føroyum seinastu 55 árini, kemur at greiða frá sínum lívi við atliti til Zarepta, og MC Restorff kemur at greiða frá Grønlandsferðunum hann hevur gjørt við Juvél II.
Aftur í ár verður tað MC, sum kemur at standa fyri tónleikinum. Afturat honum verða Oasubrøðurnir, Svein í Prestgarði og Jóannes S. Hansen úr Runavíkini.
Farið verður av Havnini sunnukvøldið 16. august kl.23:30 og komið verður aftur á Havnina mikukvøldið 19. august kl.18:30
Tilmeldingin er byrjað, sum fer fram á Smyril Line.