Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bíbil og himmalferð – felagsgudstænasta í Sandoyar prestagjaldi

Felagsgudstænasta í Sandoyar prestagjaldi, Kristi himmalsferðardag, hósdagin 30. mai, kl. 12.00. Gudstænastan verður í høllini inni í Dal. Jógvan Fríðriksson, biskupur, prædikar. Bergur D. Joensen, prestur, hevur ein boðskap fyri børnum. Havstein Klein, prestur, er liturgur. 

Kristiliga sangkórið syngur, undir leiðslu av Sámali Matras Kristiansen. 

Børn av Sandi syngja. Konfirmantar hava saman við lærara og sniðgeva gjørt altartalvu, sum verður avdúkað til høvið. 

Føroyska bíbliufelagið vitjar, og vit hoyra eitt sindur um teirra virksemi.

Hetta er ein gudstænasta, har allar sóknirnar í prestagjaldinum eru við, og seta sín dám á. Vit hava verið millum 300-400 fólk til hesar gudstænastur. 

Bátur fer av Gomlurætt kl. 9.45.

Gudstænastan verður hildin í sambandi við B71-marathon kappingina. Høvi verður at keypa brunsj undan og suppu eftir gudstænastuna.

Vælkomin!

-----------------

Konfirmantar í Húsavíkar kirkju, hvítusunnudag, 9. juni 2019, kl. 11.00.

Hákun Mikal Friðfinsson, í Samljóð, 240 Skopun, frá kl. 15.00.
Wenningsted Ørvarodd, undir Reynum 14, 210, Sandur, frá kl. 14.00.
Jákup Egil Hentze, Koytugøta 8, 210 Sandur, frá kl. 14.00.
Harald Egholm, í Nesi 3, 210 Sandur, frá kl. 16.30.
Bergur Arnljótsson Simonsen, Ovari vegur 12, 210 Sandur, frá kl. 15.00.
Rógvi Sørensen, Bøgøta 12, 230 Húsavík, frá kl. 17.00.
Allan Nicolaj í Soylu Selfoss, í Nesi 8, 210 Sandur, frá kl. 16.30.
Sarita Bjarnarson, Hamarsvegur 13, 220 Skálavík, frá kl. 15.00.
Kára Janna Finnbjargardóttir Olsen, í Samljóð, 240 Skopun, frá kl. 15.00.
Anna Elisabeth Krog Hentze, í Nesi 12, 210 Sandur, frá kl. 16.30.
Vár Petersen, Ryggjavegur 5, 230 Húsavík, frá kl. 14.00.