Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Betri møguleikar at útflyta fiskafóður við gluten og brisling til ES

Semja gjørd um tillagingar í handilssáttmálanum millum Føroyar og ES.
 
Felagsnevndarfundur í sambandi við handilssáttmálan millum Føroyar og ES varð hildin í Føroyum herfyri. Í hesum sambandi vóru nakrar broytingar gjørdar í handilssáttmálanum. Talan var ikki um kollveltandi broytingar, men hinvegin vóru nøkur mál loyst, sum hava virkað forðandi fyri útflutningin hjá føroyskum fyritøkum, og tað er at fegnast um.
 
Ítøkiliga var forðingin fyri, at fiskafóður við tilsettum gluten kann útflytast til ES, strikað. Tað verður tó framvegis ein tollfrí kvota á 20.000 tons á fiskafóðri, sum verður útflutt til ES. Henda kvota hevur verið óbroytt í nógv ár.
 
Harumframt varð eisini semja gjørd um at útflyta lakaðan og frystan brisling tollfrítt til ES.
 
Avtala varð eisini gjørd um eina tollfría kvotu av seyðakjøti úr ES til Føroya. Ítøkiliga merkir hetta, at upp til 40 tons av seyðakjøti við uppruna úr einum ES-landi kunnu innflytast tollfrítt til Føroya. Henda tollfría kvota hækkar upp í 80 tons eftir 3 ár.
 
Broytingarnar í handilsavtaluni væntast at koma í gildi á vári í 2020.