Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Betri Heim 20 ár á baki

Dan Klein --- 04.04.2018 - 08:07

1. apríl vóru 20 ár liðin síðan Betri Heim, ið tá nevndist INNI, varð stovnað. Í dag er felagið elsta húsameklarafelagið í Føroyum og sigast má, at keyp og søla av fastogn er nógv broytt seinnu árini. 

Fyrsti sáttmálin í felagnum var eitt grundøki á Argjum, og fyrstu húsini vórðu seld 3. august 1998 í Havn fyri 1.310.000 krónur. Miðalprísurin yvir seldar ognir tað árið var um 900.000 krónur, so longu tá hevur tað víst seg, at tað loysir seg at selja gjøgnum meklara. 

Tað finnast 20 sakir frá 1998, og í 2017 vórðu ikki færri enn 212 ognir seldar, so nógv er broytt. Í 2007 styrkti felagið støðu sína á føroyska marknaðinum við at keypa Sethúsasøluna, og í dag hevur Betri Heim deildir í Tórshavn, Saltangará og í Klaksvík.

Tað at keypa og selja eina ogn fyri 20 árum síðani er so nógv øðrvísi frá í dag, at tað valla kann samanberast. Munurin frá stuttum tekstlýsingum í dagbløðunum til nútíðar heimasíðuna, har ognir verða vístar fram við alskyns myndum, bústaðarlýsing og tekningum, er so stórur, at tað nærum er ein aprílsøga í sær sjálvum.

Í dag starvast 7 fólk í Betri Heim, sum hevur ein munandi part av føroyska bústaðamarknaðinum.