Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Betri arbeiðsviðurskifti, takk

Eitt tað størsta ynskið hjá limunum í Føroya Pedagogfelag - næst eftir eina lønarhækkan - er betur skipað arbeiðsviðurskifti.

Á aðalfundinum hjá Føroya Pedagogfelag, 27. februar 2016, fingu limir felagsins høvi at seta orð á, hvat tey ynsktu, at felagið skuldi arbeiða við. 

Ovast á ynskilistanum vóru lønirnar. Har hevur landsstýrisskvinnan í Fíggjarmálum, saman við Kommunala  Arbeiðsgevarafelagnum, givið lyfti um, at arbeiðast skal við einari nýggjari og rættvísari lønarskipan.

Samstundis er eitt sera stórt og greitt ynski um at arbeiðstíðirnar og skipanin av arbeiðinum verða betrað munandi. Okkara limir hugsa ikki bert um seg sjálvar. Hetta ynskið er sett fram - ikki “bara” fyri, at tey sjálvi skulu hava betri umstøður - men fleiri vístu á, at hetta hevði gagnað borgarum, foreldrum, børnum  og øðrum, sum hava tørv á námsfrøðiligum stuðli í gerandisdegnum. 

Kravið um betur skipað arbeiðsviðurskifti, verður sæð sum eitt neyðugt krav, ið snýr seg um at styrkja og bøta um námsfrøðiligar tænastur.

Um námsfrøðingurin fekk betri stundir at fyrireika og skipa sítt dagliga virksemi, høvdu fleiri gerandistrupulleikar verðið loystir. Børn, ung, vaksin og gomul, sum hava tørv á námsfrøðinginum, høvdu fingið eitt betur skipað og innihaldsríkari tilboð. Samfelagið hevði somuleiðis spart í longdini, tí hetta snýr seg eisini um at fyribyrgja, soleiðis at umstøðurnar rundan um einstaklingin eru so góðar sum gjørligt.

Fyri námsfrøðingin hevði hetta eisini verið ein góður bati, serliga í mun til tað sálarliga arbeiðsumhvørvið. Hugsa tær, um tú hvønn dag komst heim frá arbeiði, og visti, at tú ikki hevði fingið stundir til allar tær arbeiðsuppgávurnar, sum tú átti at gjørt?

Við betur skipaðum arbeiðsumstøðum, har námsfrøðingurin eisini fekk møguleika at fyrireika sítt virksemi, bæði fyri seg sjálvan, men eisini saman við starvsfeløgunum, hevði hetta samstundis skapt ein dynamikk. Hetta kundi havt ta positivu avleiðing, at fleiri høvdu havt orku at starvast fulla tíð. 

Seinastu mongu árini hava vit sæð, at talan í stóran mun hevur verið um sparingar á námsfrøðiliga økinum - markið er rokkið fyri rúmari tíð síðani. Nú mugu land og kommunur gera fleiri íløgur í menniskjuni, sum dagliga veita eina tænastu, sum ongin kann vera fyriuttan.

Rúm skal vera fyri øllum - arbeiðsviðurskiftini mugu eisini vera samsvarandi. Føroya Pedagogfelag er altíð til reiðar at virka til, saman við almennu myndugleikunum, at komið verður á mál.