Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bestu toppgranskarar knýttir at FarGen

Sunnudagin og mánadagin 23. og 24. september er verkætlanin FarGen Summit 2012 á Hotel Føroyum. Tiltakið lýsir høvuðspartar av ílegugransking í dag, og hvussu hetta kann brúkast í heilsuverkinum. Málbólkurin er lesandi, granskarar og fólk, sum í sínum starvi onkursvegna koma í samband við íleguøkið. Vanligi borgarin við áhuga fyri økinum er eisini vælkomin.

Tórshavnar kommuna stuðlar átakinum hjá FarGen. Hugskotið við FarGen er at kortleggja ílegurnar hjá øllum føroyingum, - sum vilja tað - soleiðis at talan verður um sjálvbodna luttøku.
Ein slík kortleggingin saman við tí vitan vit hava í heilsuverkinum og ættarbandsskránni letur upp fyri møguleikum, sum bæði kunnu betra um viðgerðar -og fyribyrgingarmøguleikar í føroyska heilsuverkinum, og verða sera áhugaverd í altjóða granskingarhøpi fyri at skilja leiklutin hjá ílegum betri.

Mett verður at verkætlanin hevur so mikið stóran altjóða áhuga, at hon í ávísan mun kann fíggjast við peningi frá útlendskum og altjóða grunnum, granskingarstovnum og fyritøkum.

Í fyrireikandi arbeiðnum við FarGen hava fyreireikararnir lært, at Føroyar eru sera væl egnaðar at arbeiða við mannaílegum og soleiðis gagnýta hesa vitan og møguleikar og heilsuverkinum – og tað er grundarsteinurin í FarGen. Verkætlan hevur so stóran altjóða áhuga, tað hevur eydnast FarGen at fáa 5 av heimsins toppgranskarum at knýta seg at verkætlanini og verða vísindaligt ráðgevingartoymi, sonevndur SAB bólkur hjá FarGen.

Ágóði fyri Føroyar

Aðalmálið er við íleguvitan at betra um heilsustøðuna í Føroyum og við íleguvitan at lyfta heilsuverkið á ovastu rók – sum tænastuveitara og starvsstað.

Í hesum sambandi verður 23. og 24. september skipað fyri FarGen Summit 2012, sum verður hildin á Hotel Føroyum.

Tiltakið lýsir høvuðspartar av ílegugransking í dag, og hvussu hetta kann brúkast í heilsuverkinum. Málbólkurin er lesandi, granskarar og fólk, sum í sínum starvi onkursvegna koma í samband við íleguøkið. Vanligi borgarin við áhuga fyri økinum er eisini vælkomin.

Talan er serliga um stovnar innan heilsuverkið. Ein partur verður harafturat um fiskaílegur, sum er serliga áhugavert fyri stovnar og fyritøkur innan fiski- og alivinnu. Tiltakið er á enskum.

Ætlandi er hetta fyrsta stigið til at skipa fyri árliga altjóða íleguráðstevnu í Føroyum.