Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Best um Rúsdrekkasølan flytir í onnur høli

Landsstýrismaðurin í vinnumálum fer at kanna nærri, hvussu sølan hjá Rúsdrekkasølu Landsins í framtíðini kann skipast, so hon ikki nervar kappingina millum onnur handilsrekandi.

- Eg skilji væl, at handilsrekandi vilja hava eins kappingartreytir, ið ikki verða nervaðar av almennum virksemi, og tí vil eg kanna málið nærri.

Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum svar til handilsrekandi, ið halda tað elva til ójavna kapping, at Rúsdrekkasøla Landsins húsast í Miðlon í Havn.

- Óivað er tað rætt, at tað handilsvirksemið, sum húsast undir somu lon sum Rúsdrekkasøla Landsins, kann fáa ein fyrimun. Tað hevur tó ongantíð verið ætlanin, sigur landsstýrismaðurin.

Hann heldur, at tað hevði verið best, um Rúsdrekkasøla Landsins húsast í egnum hølum, ið ikki hýsa øðrum virksemi. Í løtuni er hetta tó ikki gjørligt. Um Rúsdrekkasølan flytir úr verandi hølum í úrtíð, tvs. áðrenn uppsagnartíðin loyvir tí, so kostar hetta eina upphædd, sum fígging ikki er til.

Landsstýrismaðurin minnir á, at Rúsdrekkasølan í 2009 flutti úr egnum hølum eftir kravi frá Arbeiðseftirlitinum. Hølini í Miðlon lúka í ávísan mun krøvini til rúsdrekkasølu, og tí vórðu hesi høli vald.