Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bert fjórðihvør sleppur inn á skúlan við Áir

Av teimum 78 sum stóðu á bíðilista at sleppa í 9. flokk í skúlanum við Áir í august 2013, sluppu bert 19 inn.

”Høga talið á teimum, sum til fánýtis søkja um at sleppa inn á skúlan við Áir, er sera ørkymlandi, og spurnartekin kann setast við, hvørjar aðrar møguleikar hesi 59 fólkini hava, sum við byrjanina av hesum skúlaárinum fingu noktandi svar frá skúlanum.” Tað sigur Jóna Mortensen, løgtingskvinna, sum nú fer at seta Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, ein fyrispurning um skúlan.

Jóna Mortensen vil hava landsstýriskvinnuna at svara, um ætlanir eru at útvega fleiri pláss á skúlanum, hvussu nógv pláss talan kann vera um og nær roknast kann við, at ein møgulig broyting verður sett í verk.

Løgtingskvinnan fyri Sambandsflokkin vísir eisini á, at tað er ein trupulleiki, at upptøkualdurin á skúlanum er 18 ár, tí hetta merkir, at tvey ár ganga, frá tí at ein næmingur hevur aldur at fara í 9. flokk, til hann í fyrsta lagið kann sleppa inn við Áir. Tí spyr Jóna Mortensen, Anniku Olsen, um ætlanir eru um at lækka aldursmarkið.

Um ætlanir ikki eru at gera broytingar viðvíkjandi upptøku til skúlan við Áir, vil Jóna Mortensen hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, um onnur tilboð fara at verða givin teimum, sum ikki sleppa inn á skúlan.

Góð úrslit at vísa á

”Vit hava hoyrt nógvar sólskinssøgur frá skúlanum við Áir, um bæði ungdómar og tilkomin fólk, har sjálvsálitið hevur verið í botni, men sum eru blomstrað upp og eru komin út aftur í samfelagið við upprættari pannu,” sigur Jóna Mortensen. ”Tí er sera umráðandi at allar forðingar verða tiknar burtur, sum í løtuni forða tveimum triðingum av umsøkjarunum at fáa henda gylta møguleikan,” sigur hon.