Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Berit sendi flótandi vindmyllu til botns

Ódnin "Berit", sum herjaði í Føroyum herfyri, gjørdi eisini nógv um seg yviri í Norra nakrar dagar seinni.

M.a. sendi hon eina flótandi royndarmyllu til botns.

Talan var um eitt modell av eini sjóvindmyllu í støddini 1:6, og sum var gjørd til at klára aldur upp á í mesta lagi fýra metrar.

Tornið fyltist við sjógvi

Ódnin sunnudagin 27. november elvdi tó til aldur í Hjeltefjørðinum út fyri Bergen, har myllan stóð, upp á upp til 6,3 metrar. Hetta hevði við sær, at tornið fyltist við sjógvi og at myllan síðani sakk, skrivar Ritzau Finans.

Sambært norsku fyritøkuni, ið ger mylluna, Sway, verður nú farið undir at fáa royndarmylluna upp aftur og at fáa hana umvælda. Fulla støddin á mylluni fer sambært Sway at kunna standa seg ímóti alduhæddum upp á 26 metrar.

- Hóast ódnin "Berit" ikki var blíð við okkum, gav hon okkum týdningar- og virðismiklar royndir, sum fara at gagna framhaldandi menningini av 10 MW sjóvindmylluni, sigur norska fyritøkan í tíðindaskrivi.

Kelda: www.sev.fo