Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Johild Ziskason frá Beranum og Leif Ellingsgaard frá Lions Club Tórshavn, tá Berin fekk tær 30.000 krónurnar handaðar

Berin 30.000 frá Lions

Ágóðin frá árliga jólahugnanum hjá Lions Club Tórshavn í desember fór til Beran, ið hevur sorgarbólkar fyri børn, ung og avvarðandi, ið hava mist ein av sínum kæru, umframt nú eisini bólkum fyri børn við álvarsliga sjúkum foreldrum

Í áravís hevur Lions Club Tórshavn skipað fyri jólahugnanum í Plantasjuni í Havn, og hvørjað ferð hevur okkurt vælgerðartiltak fingið ágóðan av, at seldar eru jóladekoratiónir og annað, ið kann hugna um í advents- og jólatíðini.

Hesaferð var tað so Berin, ið fekk ágóðan upp á 30.000 krónur, sum millum annað kann gagna arbeiðinum at stovna stuðulsbólkar fyri børn, ið hava álvarsliga sjúk foreldur.

Frammanundan hevur Berin í mong ár havt sorgarbólkar fyri børn, ið hava mist, men nú ætlanin eisini er at fáa hjálpt teimum børnum, ið hava álvarsliga sjúk foreldur, vil Lions Club Tórshavn gjarna rætta eina hjálpandi hond.

Umframt at skipa fyri sorgar- og hjálparbólkum, veitir Berin avvarðandi, vinum, fakfólki og øðrum ráðgeving, vegleiðing og stuðul, og eisini hevur Berin alment kunnandi og fyribyrgjandi virksemi, ið eitt nú kann vera fyrilestrar á skúlum og stovnum

Kjarnu uppgávan er at virka fyri, at sum frálíður skulu børn, ung og avvarðandi gerast betur før fyri at handfara sorgina, so tey lættari aftur kunnu fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey kunnu mennast og liva við missinum.