Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ber yvirhøvur til at fáa eina ókeypis pylsu?

"There ain't no such thing as a free lunch" siga amerikanarar. Onki er ókeypis. Hugtakið sigst vera uppfunnið, tá ølstovur bjóðaðu fólki “ókeypis” mat fyri at fáa tey at brúka meira pening til at drekka meira.

Og er nú nakað ókeypis? Er ein ókeypis Dimma eitt týskvøld veruliga ókeypis? Nei, ha? Hon er partur av ein stórari kostnaðarmiklari heild, sum er fíggjað av okkara innkeypspengum í teimum fyritøkum, sum tryggja Dimmu raksturin gjøgnum lýsingar.

Og so gjalda vit jú haldaragjald eisini.

So tað er sum soleiðis heldur ongin ókeypis avís. Men tað tryggjar, at Dimma koyrir, at fólk eru til arbeiðis á Dimmu, at fólk fáa løn, so tey sjálv kunnu keypa sær pylsur.

Tað vil siga, tá kommunan ikki serverar pylsurnar “ókeypis”.

Tær ókeypis pylsurnar eru sjálvandi heldur ikki ókeypis. Sum so. Vit hava keypt tær. Fyri skattapengar. Í prosessini hava vit hjálpt til at halda lív í onkrum handli. Onkur hevur koyrt tær oman á keiina og onkur annar kókar og steikir og serverar.

Og so eru øll glað og harvið blivu tær ókeypis pylsurnar ein hugnaligur partur av trivnaðinum í býnum. Og tann stóra familjan við teimum mongu børnunum, sum komu “ókeypis” við Bussleiðini, fekk eisini pylsur og køkur, uttan at skula gjalda upp úr lummanum har og tá.

Men nøkur heilt fá vilja ikki hava pylsur. Eiheldur ein kaffimunn frá kommununi. Nøkur vilja heldur ikki hava “ókeypis” bussleið. Summi vilja heldur ikki hava “ókeypis” fríøki. Ella rættari: Tey vilja ikki, at hini skulu fáa tað ókeypis.

Hesi vilja ikki hugna sær saman við øllum hinum, heldur ikki ein deiligan summardag, tá býurin kókar av glaðum fólki.

Hesi súru halda, at javnvág millum debet og kredit hjá kommununi er tað einasta sum veruliga hevur týdning - nógv størri týdning enn trivnaður, sum eftir teirra tykki kemur í fjórðu ella fimtu røð. Ella als ikki.

Hesi halda, at alt hevði verið so nógv betur, um kommunan lækkaði skattin við einum prosenti og avtók øll trivnaðarátøkini.

Ístaðin fyri at gleðast um, at býir kring allan heim nú ætla at kopiera okkara bussleið, tí hon umhvørvisliga og sosialt er skilagóð – so vil mann heldur grenja um, at hon nú kortini skal gjaldast.

Og so fær mann tað at ljóða sum, at okkurt fordekt er í hesum. Valið nærkast og ikki er at ivast í, at fleiri “ókeypis” tiltøk fara at verða skipað. Og jú for Sørin, ókeypis ólavsøkan verður aftur í ár!

Og tey súru gloyma, at trivnaður var ein partur av seinast samtyktu fíggjarlóg. At kommunan hevur sett pening av til ávís tiltøk – til dømis ólavsøku og jólahald! Harundir eisini pylsur!

Eitt einmælt býráð samtykti at keypa Westward Ho og at reka sluppina. Hetta mentanarátak er tí eisini eitt “ókeypis” átak fyri alt fólkið, eins og pylsurnar á Bursatanga.

Sama býráð hevur sett pening av til útreiðslur í sambandi við hátíðarhald, flagging og mentanartiltøk, eitt nú ólavsøku, jólatrø, grindaskipan o.s.fr. Og til at pynta býin og halda hann reinan. So eg loyvi mær at ivast í, um borgarin hevði verið so fegin um lægri skatt, um kostnaðurin var, at játtanin til øll hesi tiltøk varð avtikin. Tí hon hevur ómetaliga stóran týdning, men er kortini ikki nóg stór til, at til ber at misbrúka hesar skattakrónur til valstríðarendamál.

Og sjálvandi kundu vit broytt tað heila til at tikið brúkaragjøld. Høvdu fólk verið so fegin um skrellimaðurin stóð við rokning í túninum, hvørjarferð hann heintaði posan? Ella reinhaldið ikki ruddaði uttanfyri hjá tær, tí tú ikki hevði goldið ruddingargjald? At tú skuldi rinda fyri hvønn vatnsopa ella fult dagstovnagjald? Hevði tað verið serliga sosialt og serliga rættvíst?

Og ger tað nakað um øll gjalda í eina felags pulju, so eisini tey, sum annars ikki hava ráð til tað, eisini fáa eina pylsu av og á? Er tað ikki ein sannroynd, at tað liggur eitt slag av sosialari javning í mongum av trivnaðarátøkunum?

Vandi fyri útgjaring er eingin. So nógv er heldur ikki sett av til tílík endamál. Flestu tiltøkini liggja rimmarføst og jøvn ár undan ári. Tey eru hvørki færri ella fleiri, um tað er val ella ikki val.

Eg haldi tað fer at verða fátæksligt í Havnini uttan trivnaðarátøk. Tað verður onki serliga stuttligt og alt ov lítið at gleðast um, tá bara tín egna pengamappa skal avgera, um tú kanst hugna tær í einum reinum og hugnaligum býi og av og á fáa eina pylsu ella ein kaffimunn afturvið smákøkuni.

Og vónandi fer tað í allari framtíð at bera til hjá familjum at koyra ókeypis av Velbastað ella Kollafirði til Havnar og heimaftur. Og vónandi fara avísirnar ikki at setast aftur í sambandi við kommunal tiltøk, um vit bjóða ein kaffimunn afturvið – ella eina pylsu, tað skal verða blaðfólkunum væl unt.

Hartil meti eg tað at lítisvirða veljaran, um tit halda, at til ber at keypa atkvøður fyri pylsur og kaffi.

Heðin Mortensen

borgarstjóri